Jólakalendarin – 11. desember – Dagsins gáva til tín

lukkan

innaní mær brestur vónin um eitt betri lív

og í einum broti av einum eygnablinki

síggi eg veruleikan

sál mín sparkar meg í munnin

og eg skilji at ecco smakkar sum niké

og at eg havi tað slett ikki so galið

lukkan er ein løta sum hendan

eitt brotið smíl

brýtur ísin

og kuldin brotnar

 

(úr savninum Rótleys Tøgn, fyrstu ferð givið út í 1999 á forlagnum Agn, skriva av Hákuni Spott, ið er ein íspunnin útgáva av mær sjálvum, eitt sindur ekstremari og eitt sindur eldri.)

Góðu fittu Nudlalesarar

Nú í jólamánaðinum er ein jólakalendari á hvørjum horni. Mær so líkt, so vil eg ikki skilja meg burturúr, so sjálvandi er eisini ein jólakalendari her á Nudlum.

Hvønn dag fram til jóla deili eg okkurt gott við tykkum. Tað kann vera ein góður sangur, ein góð mynd, ein yrking, eitt viðmæli, ein leinkja,  eitt filmklipp, ein søga, ein gáta ella okkurt heilt annað.

Seinastu 17 árini ella so, havi eg havt pakkakalendarar til synir mínar, líltar gávur, summar jólaligar, aðrar ikki so jólaligar. Soleiðis verður eisini her á Nudlum.

Vónandi tíma tit at vitja aftur, um ikki hvønn dag, so næstan hvønn dag, eg kann enntá lova, at summi klipp ella sangir vera somikið góð, at tit saktans kunnu vitja fleiri ferðir hvønn dag.

Tykkum ynskist ein góður jólamánaði.

 

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *