Døgnið, ið nú enn er nýtt, kann gerast eitt lagnudøgn í føroyskari søgu. Seinni í kvøld fer Føroya Løgting at hava árliga jólaborðhaldið, og kanska tey fara at hugna sær. Men áðrenn hetta kunnu tey hava gjørt óbótaligan skaða á samfelagið Føroyar.
“Vit hava eitt demokratiskt problem”, segði ein skilagóður vinmaður við meg, eftir útvarpstíðindi á miðdegi í gjár, “Landsbankin ein týdngingarmikil partur av okkara trygdarnetið, verður avtikin og borgarnir yppa bara øksl, hvar eru mótmælini?”
Ja, vit hava eitt demokratiskt problem: Ongantíð í Føroya søgu, hevur eitt verri løgting sitið við valdið, og tað eru vit, ið hava valt tað. Tað er eitt demokratiskt problem!
Breiða semjan, og tingmannatalið aftan fyri hana ger, at okkara valdu fólk siga: “Tað nyttar einki hjá mær at atkvøða ímóti, tí tað kemur ígjøgnum alíkavæl, og so missi eg mína ávirkan”, eg havi persónliga hoyrt fleiri tinglimir orða seg soleiðis. Alt meðan tey avtaka landsbankan, geva okkum flatskatt, avmontera skúladepilin í Marknagili, broyta skattingina av pensjónum og mangt annað .
Okkara bestu heilar rópa varskó, men tey flestu yppa bara øksl, og ætla sær at halda á við at velja Sambandsflokkin, Fólkaflokkin, Miðflokkin ella Sjálvstýrisflokkin á næsta vali.
Alt meðan fólkatalið minkar. Trúgv mær, góðu samgongulimir, at tað eru ikki bert tær illa stillaðu familjurnar, ið tit kroysta av landinum, ið flyta. Alsamt fleiri vælútbúgvin og fornuftitg fólk umhugsa at stinga í sekkin, tí hetta Landsstýrið ber seg so høpisleyst at.
Síðan Jógvan á Lakjuni í hevnissøku fyri bókina Skjót journalistin legði útvarpið og sjónvarpið saman, og slapp sær av við sjónvarpsstjóran, ið ikki vildi revsa síni starvsfólk, ið høvdu dittað sær at fortalt sannleikan um Anfinn Kallsberg, hevur hetta verið linjan hjá Fólkaflokkinum.
Finnist onkur at politikkinum, so skal viðkomandi revsast. Hetta hendur nú við Landsbankanum, hetta hendur við mentafólkinum, ið eisini hava funnist at samgonguni og mutlan er um, at tað skal henda við Hagsstovuni, har stjórin hevur verið atfinningarsamur. At hetta er ein tilvitað ætlan, ið samgongan tekur undir við, kom til sjóndar, tá Helgi Abrahamsen hótti ein aðalstjóra, ið var sæddur til eitt mótmælistiltak, við at hansara økið skuldi skerjast á Fíggjarlógini.
Boðskapurin er heilt greiður: “Makkar tú ikki rætt, so rýkur títt høvd” og hetta er tað mest tragiska, og kann gerast endin á vælferðarsamfelagnum . Tí tá ein flokkur, sum Fólkaflokkurin fær frítt spæl, so rýma tey skilagóðu av landinum.
Her kann blíva talan um eitt satt brain drain. Tí okkara vælútbúnu og skilagóðu útisetar tíma heldur ikki at flyta heim til eitt samfelag, har politiski myndugleikin førir revolvarapolitikk. Hetta braindrain kann hava við sær uppaftur størri fall í fólkatalinum, manglandi innovatión, manglandi rentabilitet og við tíðini álvarsligar trupulleikar fyri Føroyar.
Vónandi fær Løgtingið eitt fínt jólaborðhald. Men teir tinglimir, ið ikki eru sannførdir um, at avtøkan av Landsbankanum er skilagóð, og teir sum halda, at tað ikki eru skilagott at skerja mentan so ógvisliga, eiga at siga frá og taka ábyrgd við og fyri sínari atkvøðu. Heldur enn at goyma seg aftan fyri, hvat hini atkvøða.
One thought on “Er hetta byrjanin til endan?”