Tá Gissur Patursson fór við flogfarinum til Ísland hevði hann 60 kilo av føroyskum fløgum við sær.
Talan var um tilsamans trý fløgusøvn, tað størsta og mest kompletta varð latið til Ríkisútvarpið, ið eisini er plátusavnið hjá Rás 2. Gávan til Ríkisútvarpið varð handa leygarmorgunin.
– Øll, ið starvast í plátusavninum vóru møtt upp við stjóranum Bjarna Guðmundssyni á odda, og hugnalig var løtan. Har varð borðreitt við kaffi og onkrum góðum afturvið, greiðir Gissur frá.
Hann sigur, at tey vóru sera glað fyri gávuna, ið hann vegna føroysku Gramex-deildina hevur tikið stig til at lata íslendskum útvarpi, og sum EIK og Expert hava stuðlað. Plátufelagið Tutl hevur latið størsta partin av savninum.
Gissur viðgongur, at hann faktiskt varð tikin á bóli av móttøkuni, og hvussu nógv varð gjørt burturúr hesum.