Jólakalendarin 16. desember – dagsins gáva til tín

Tá fleiri av tónlistafólkunum vórðu rakt av sjúku og máttu avlýsa á Í menniskjum góður tokki konsertini fríggjakvøldið, traðkaði ein maður veruliga í karakter. Jákup Eli spældi tvær ferðir, og víðkaði programmið sera nógv. Tvær fínar framførslur: “Eg roykti hasj” var millum absoluttu hæddarpunktini, og tað verður tykkara kalendaragáva í dag.

Vit biðja umbera ljóðtrupulleikarnar í síðsta parti av upptøkuni.

Enn kann man stuðla

Enn ber til at stuðla Í menniskjum góður tokk, tað er supernemt og kann gerast við gjaldskorti. Vónandi eru tit røsk at stuðla, tí hetta er eitt framúrskarandi gott endmál. Vitjið gjald.takk.fo

 

Góðu fittu Nudlalesarar

Nú í jólamánaðinum, er ein jólakalendari er á hvørjum horni. Mær so líkt, so vil eg ikki skilja meg burturúr, so sjálvandi er eisini ein jólakalendari her á Nudlum.

Hvønn dag fram til jóla deili eg okkurt gott við tykkum. Tað kann vera ein góður sangur, ein góð mynd, ein yrking, eitt viðmæli, ein leinkja,  eitt filmklipp, ein søga, ein gáta ella okkurt heilt annað.

Seinastu 17 árini ella so, havi eg havt pakkakalendarar til synir mínar, líltar gávur, summar jólaligar, aðrar ikki so jólaligar. Soleiðis verður eisini her á Nudlum.

Vónandi tíma tit at vitja aftur, um ikki hvønn dag, so næstan hvønn dag, eg kann enntá lova, at summi klipp ella sangir vera somikið góð, at tit saktans kunnu vitja fleiri ferðir hvønn dag.
Tykkum ynskist ein góður jólamánaði

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *