Nakað fyri býráðsvalið í ár, møtti eg fleiri valevnum úr fleiri ymiskum flokkum, ið øll vóru serstakliga blíð, og eg kærdi mína neyð um manglandi gøtuljósini undir Kongavarða, og vandan tí so nógv skúlabørn av Argjum ganga hendan vegin á veg í skúla. Allir sum ein lovaðu gøtuljós, og tá tey ljósini endiliga lýstu, settu tveir av teimum seg í samband við meg, og boðaðu frá, at teir høvdu boðað frá á røttum stað.
Øgiliga deiligt, og alt hatta har, men nú ein mánað aftan á valið er aftur bølamyrkt eftir vegnum inn undir Kongavarða líka frá gomlu høllini hjá Valbirni og inn til húsini. Eg veit ikki, um tað er tí, at eg ikki atkvøddi fyri teimum, ella tí hvørgin av teimum kom inn, men valagnið er helt í øllum førum sera stutt.
Vit bilførarar koyra nærum slalom ímillum børnini, tá vit um morgunin koyra okkara egnu børn yvir í skúlan, tá vit ikki tora at lata tey ganga. Tá eg so onkran morgun ikki fái koyrt dreingirnar er tað við bivandi hjarta og endurskinum, at eg sendi teir út.