Jólakalendarin 18. desember – dagsins gáva til tín

Mín kalendaragáva til tykkum í kvøld er nýggi sangurin, ið Sirkus All Stars hava spælt inn hesi jólini, hann er longu nógv spældur og deildur á Facebook, men nú eg gangi og murri hann alla tíðina, so haldi eg eisni, at hann er ein hóskandi gáva til tykkum øll. Tey sum hava hoyrt hann áður, kunnu fegnast um at hoyra hann aftur:

Sirkus All Stars – Jól for fanin

Í salari jóla peppan uppfordraðu Sunneva Háberg Eysturstein og Joel Briem Benjamin Petersen g og Vetur Jólson at gera eitt jóla lag til Sirkus. 2 dagar seinni fóru Benjamin og Petur og keyptu sær ein pakka av pipparnøtum og skrivaðu hetta lag.
Við sær høvdu teir  nakrar av bestu song røddum í føroyum!! !
Hans Marius Ziska Rebekka Petersen Lisa Í Dali Bárður Næs Lyon Hansen Pætur Zachariasson Finnur Koba


 

Góðu fittu Nudlalesarar

nissa_smallNú í jólamánaðinum, er ein jólakalendari er á hvørjum horni. Mær so líkt, so vil eg ikki skilja meg burturúr, so sjálvandi er eisini ein jólakalendari her á Nudlum.

Hvønn dag fram til jóla deili eg okkurt gott við tykkum. Tað kann vera ein góður sangur, ein góð mynd, ein yrking, eitt viðmæli, ein leinkja,  eitt filmklipp, ein søga, ein gáta ella okkurt heilt annað.

Seinastu 17 árini ella so, havi eg havt pakkakalendarar til synir mínar, líltar gávur, summar jólaligar, aðrar ikki so jólaligar. Soleiðis verður eisini her á Nudlum.

Vónandi tíma tit at vitja aftur, um ikki hvønn dag, so næstan hvønn dag, eg kann enntá lova, at summi klipp ella sangir vera somikið góð, at tit saktans kunnu vitja fleiri ferðir hvønn dag.
Tykkum ynskist ein góður jólamánaði.

Leave a Reply

Your email address will not be published.