Ein av bestu avgerðunum, sum eg tók í 2012, var at fáa mær henda bloggin á nudlar.net. Hann hevur verið sera væl vitjaður, og hevur enntá onkra viku ligið á einum 2. plássi á vevlistanum, við yvir 5.000 fólkum, ið hava vitjað mín blogg tað vikuna. Eg havi skrivað 159 greinar, ummælið, hugleiðingar og annað, umframt, at eg 63 ferðir havi verið í Lippukassanum og lagt leinkir til áhugaverdar gamlar greinar úr mínum greinasavni.
Mítt greinasavn er vorðið rættiliga trivaligt við 563 tekstum, ið eg havi skrivað millum ár og dag, og tað fer at vaksa uppaftur meira, alsamt sum eg komi longur niður í tann stóra bunka av tekstum, ið eg havi liggjandi, sjálvandi leggi eg bert tað, ið onkursvegna er áhugavert, eisini fyri eftirtíðina. Eg ætli eisini at halda fram við Lippukassunum, har eg leggi leinkir til hesar greinar út.
Takk fyri áhugan tit 24.994, ið hava vitjað Nudlar 43.833 ferðir og hugt at tilsamans 61.182 síðum síðan eg 4. februar lat nudlar.net upp. Takk fyri tit, sum deildu mínar greinar, ummæli og meiningar, takk fyri tit sum viðmerktu og komu við afturmeldingum, neiligum eins væl og jaligum. Túsund takk fyri øll somul, eg vóni, at tit fylgja við aftur í 2013.