Lippukassin – Eg vil uppliva føroyingar

– Eg havi tikið mær stundir til at vera nakrar dagar í Føroyum. Eg vil fegin uppliva landið og fólkið, sum har býr. Eg kundi t.d. hugsað mær at sloppið til døgurða heima hjá onkrum eldri føroyskum pari, gjarna einum pari, sum í veruleikanum ræðast sex eitt sindur. Eg ætli mær eisini at fara í býin og uppliva býarlívið, drekka meg fulla. Harumframt vil eg uppliva gamla býarpartin í Havnini, greiður kendi danski sexologurin Joan Ørting frá, tá vit hitta hana á orðið um vitjanina í Føroyum seinni í hesum mánaðinum. Tað er lætt, at hoyra at Joan gleðir seg til at vitja, hetta landið í Norðuri, orðafloymurin er skjótur og øgiligur.

Les samrøðuna, ið eg gjørdi við Joan Ørting í 2007 í sambandi við at hon skuldi til Føroyar at hava fyrilestur við heitinum “Meira av tí góða”

 

Úr lippukassanum
Eg lati lokið upp á lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum

Leave a Reply

Your email address will not be published.