So stendur man aftur her í kjallaranum á Radiohandlinum, ella Café Sandwich kl. 5 um morgunin millum skít fult av fullum fólki. Hetta er næstan vorðið siðvenja, tá eg eri í býnum.
Hetta er uttan iva besta pizza stað í býnum. Men harumframt er hetta vorðið staðið har eg kann fara fyri at tryggja mær, at eg sleppi í song við góðari saltbalansu, so dagurin eftir býtúrin eisini er behagiligur.
So sjálvt í nátt har skilið er rættuliga gott, leiti eg mær her innar, bíleggi mína vanligu pepperoni pizza, áðrenn eg fari inn í náttarinnar síðsta taxa á veg út undir Kongavarða.
Góða nátt