Enskur fótbóltur í kreppu

Eg segði tað longu fyri nøkrum vikum síðan, tá fleiri Premier League lið ruku út úr FA Cup móti liðum í lægri deildum, tað er pínligt fyri enskan fótbólt.

Tað var eisini pínligt, at lið sum Arsenal og Chelsea noyddust út í umdyst móti liðum úr lægri deildum. Í dag reyk so Arsenal út móti Blackburn úr næstbestu deildini, Everton megnaði bert javnleik móti botnliðinum í triðbestu deildini Oldham Athletics og eg kenni meg als ikki tryggan, at kreppurakta Chelsea ikki fær somu lagnu móti Brentford FC úr triðbestu deildini í morgin.

At Bradford City úr fjórðbestu deildini hevur vunnið sær pláss í Capital One Cup finaluni móti Swansea, og harvið er ein góðan dyst móti Swansea frá at umboða Ongland í Evropa, er krepputekin fyri enskan fótbólt. Serliga tá hugt verður at leiðini hjá Bradford City í finaluna, ið gongur umvegis trý Prenier League lið: Wigan, Arsenal og Aston Villa.

Tað eru sanniliga eisini onnur krepputekin. Tað byrjaði longu, tá Chelsea varð smurt av av Atletico Madrid í Evropeiska Supercupinum. Chelsea var eisini syndarin, tá teir brutu siðvenjuna, at Evropeisku liðini vinna HM fyri feløg.

Tað kemst heldur ikki uttan um, at tað er óluksáliga ringt fyri umdømið hjá enskum fótbólti, at hvørki ensku meistararnir úr Manchester City ella Evropeisku meistararnir úr Chelsea megnaðu at spæla seg víðari úr bólkaspælinum í Champions League. Samstundis, sum Arsenal mest sannlíkt ikki kemur longur enn til 16. parts finalurnar. Ja, um tað ikki vil væl til, so kemur United heldur ikki framvið Real Madrid.

Tað er í øllum førum trupult at siga, at Premier League er besta kapping í heiminum. Ja, sjálvt støðan har, sum eitt miðalhampa United lið er suverent á odda, sigur sína kreppusøgu.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *