So situr man her í einum frisørstóli, meðan litingin prikar í hárbotnin, eg vil hava fryntligu ungu damuna, at geva mær mín egna hárlit aftur, tá eg nú byrji at skriva eru 14 tímar og 22 minuttir til eg verði 40 ár
.
Støðan er ivaleyst kend frá øðrum og virkar satt at siga, sum eitt typiskt panikkaldursátak. Well, trúgv mær, her er eingin panikkur.
Nú um eina løtu endar eitt eksperiment, ið hevur verið serstakliga áhugavert.
Tað byrjaði við, at vinmaður og starvsfelagi mín Teitur hevði keypt eina Anonymous masku í Teilandi, hon var til Föstulávintsveitsluna á Sendistovuni, og Teitur hevði eitt hugskot, ið kravdi ein samstarvsfelaga.
Ætlanin var, at taka eitt avrit av heimasíðuni hjá Sendistovuni og fáa tað at síggja út, sum um heimasíðan var hackað. Eg var sjálvandi beinanvegin við uppá tað, og í og við, at eg skuldi levera søgur til hackaðu heimasíðuna, so var upplagt, at eg var wikileaks oddamaðurin Julian Assange. Einasti trupulleikin var, at Assange er ljóshærdur, ja hann er vorðin silvurgráur.
So har mátti okkurt henda. Eg fekk í einari skjótari handavending eina tíð í Royal Hárfríðkan. Fitta hárfríðkanarkvinnan boðaði mær frá, at har var einki grátt hár, tá vit byrjaðu. Men eftir 3 tímar í stólinum var næstan allur litur plágaður úr mínum neyðars hári. Eg hevði ikki stundir at sita har longur, so hárið varð gjørt silvurgrátt við onkrum pulvuri.
Tá eg eftir ein væleydnaða veitslu vaknaði heldur moyrur, royndi eg at koma meg undir brúsuni og endaði við at standa framman fyri einum spegili við gulblondum hári. Shit sum tað var pínligt at fara út soleiðis. Fólk, sum eg møtti, viðmerktu um hárið og næstan altíð las eg illgruna um panikkaldur í teirra viðmerkingar, um tað var grundað ella ei, er sum so líkamikið. Tí tað kendist pínligt.
Eg hati, at vera pínligur og klári tað næstan ikki. Tí hugsaði eg, at tað var eitt áhugavert eksperiment, at ganga soleiðis ein tíð, fyri at vita, um man kann venja seg við pínligheit. Nú eg havi eg sitið 45 minuttir við litingini í og hárið spakuliga gerst myrkari, kann eg staðfesta, at hóast eg havi verið ljóshærdur í 20 dagar, er tað enn líka pínligt, og pínligheitin er einki lættari at bera.
Upprunaliga ætlaði eg at raka alt hárið av mær nú, men ein fitt dama helt, at tað hevði verið keðiligt, og sum nýliga fráskildur, royni eg at akta fittar damur.
Nú eru 13 tímar og 22 minuttir til eg verið 40 ár og hárið gerst alsamt myrkari.