Tað er vón fyri Føroyum

Eg siti her á flokstingi Tjóðveldis og lurti eftir formansfrágreiðingini. Ein visioner frágreiðing frá einum av bestu formonnum, ið flokkurin hevur havt. Ja einum av bestu politisku heilunum, ið Føroyar hevur átt

20130406-100509.jpg
Flokkurin er í andstøðu í løtuni, og sitandi samgonga ger nógvan skaða.

Men hóast hetta hava okkara tingfólk ikki givið upp, tey blíva alsamt við at leggja uppskot fram tjóðini at bata. At samgongan í berum tramanskapi fellur alt, er onkursvegna bara eitt tekin um, hvussu primitiv samgongufólk eru. Men sum formaðurin hugleiður, so festa hesi hugskotini rót og koma fram aftur seinni.

Til seinasta val fór flokkurin til val uppá, at steðga fólkafráflytingini og í dag er hetta eitt tað málið, ið fyllir mest í politiska kjakinum.

Men eisini víðkanin av inntøkugrundarlagnum við tilfeingisgjaldið, hevur sjálvt Fólkaflokkurin tikið til sínum.

Tingini henda og Tjóðveldi vísur vegin, tað gongur ikki so skjótt, sum eg kundi hugsa mær, men ein vón er fyri Føroyum.

Eg eri errin av, at eg í skjótt nógv ár havi verið limur í einum flokki sum hesum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *