Eitt av nøvnunum, ið spældi á bæði Tungmálmi ’92 og Tungmálmi ’93 var mín bólkur MC-Hár. Nógvar broytingar høvdu verið í manningini frá ’92 til ’93, t.d. hevði bólkurin vant við limunum í Utopia og fleiri aðrir tónleikarar høvdu eisini verið við í stytri tíðarskeið hetta árið.
Tað vóru bert tríggir av okkum, ið luttóku á Tungmálmi ’92, sum spældu við á Tungmálmi ’93, eg og Allan og so Tróndur, ið annars var farin úr MC-Hár síðst í ’92, men kom beint uppíaftur fyrst í ’93. Tó høvdu vit longu funnið ein avloysara á keyboard, so Tróndur kom við aftur sum bassleikari.
Sjálvt um MC-Hár júst var farið um tvey ára aldur, so høvdu vit longu havt 3 keyboardspælarar, 4 bassleikarar, 6 gittarleikarar og 5 trummuleikarar, meðan eg og Allan høvdu verið fastir rapparar.
MC-Hár var á Tungmálmi ’93 mannað av Niels Una Dam og Allan Mortensen, rapp, Niels Arge Galán, sang og gittar, Torkil Olsen, gittar, Tróndi Bogasyni, bass, og Andreas Petersen, keyboard og Herluf Hermansen, trummur.
Í mars 1993 skipaði FUT fyri konsertini Tungmálmur ’93. Ein konsert við teimum bestu málms- og harðrokk bólkunum í Føroyum. Tungmálmur ’93 tók tráin upp eftir eftir Tungmálmi ’92, ið nakrir av harðaru føroysku bólkunum tóku stig til í 1992. Fyrsta árið vóru tað eg og Torkil Olsen, ið vóru høvuðsfyriskiparar, men av tí, at tiltakið ikki bar seg fyrsta árið, og tí eg var farin upp í nevndina á Føroya Undirhaldstónleikarafelag, FUT, so valdu vit at lata FUT yvirtaka tiltakið, ið hesaferð varð hildið í Ítróttarhøllini á Hálsi.
Eg eigi allar framførslurnar á video og fari at leggja tær út komandi dagarnar.
Framførslan hjá Lisa Sær Dupult
One thought on “Tungmálmur ’93 MC-Hár”