Tungmálmur ’93: Wolfgang

Sætti og næst seinasti bólkurin á skránni á Tungmálmi ’93  var Wolfgang, ið var mannaður av so kendum monnum, sum Hera Joensen og Gunnar H. Thomsen, ið seinni eru kendir úr Týr.

WolfgangBert tveir bólkar luttóku á báðum stóru tungmálmskonsertunum í byrjanini av nítiárunum, annar var Wolfgang. Hóast bólkurin enn var nýggjur í 1993, so vóru stórar broytingar farnar fram. Trummuleikarin Kári Streymoy og sangarin Robin Walters vóru farnir burturúr, og nýggir limir vóru Geislar trummarin Henning Nicodemussen og White Ox bassleikarin Einar Jacobsen, ið legði bassin á hyllina og traðkaði fram á pallin sum sangari.

Fyrstu ferð eg hoyrdi Wolfgang var, tá vit skipaðu fyri konsert við eysturoyarbólkinum Bad Habit í Djónastovu í Havn. Vit í MC-Hár royndu at skipa fyri smærri konsertum í Djónastovu í 1992, fyri at fíggja eina útgávu, og fyri geva blómandi tónleikalívinum ein pall at spæla á. Bad Habit kendu vit frá Stjørnukonsertini, og bjóðaðu teimum til Havnar at spæla. Tá teir komu høvdu teir ein upphitingarbólk við, ið var Wolfgang.

Vit gjørdust so bergtiknir av teimum, at tá vit vóru nakrir, sum avgjørdu at skipa fyri Tungmálmi ’92, so skuldu teir sjálvandi við.

Teirra heimagjørdi harðrokkur var øgiliga fangandi, og teir fingu nógvar fjepparar, so tá Tungmálmur ’93 skuldi vera, vóru Wolfgang sjálvandi eitt av høvuðsnøvnunum.

Teir, ið mannaðu Wolfgang á Tungmálmi ’93 vóru: Einar Jacobsen, sang, Heri Joensen, midigittar, Bergman Finnson, gittar, Gunnar H. Thomsen, bass og Henning Nicodemussen, trummur.

Í mars 1993 skipaði FUT fyri konsertini Tungmálmur ’93. Ein konsert við teimum bestu málms- og harðrokk bólkunum í Føroyum. Tungmálmur ’93 tók tráin upp eftir eftir Tungmálmi ’92, ið nakrir av harðaru føroysku bólkunum tóku stig til í 1992. Fyrsta árið vóru tað eg og Torkil Olsen, ið vóru høvuðsfyriskiparar, men av tí, at tiltakið ikki bar seg fyrsta árið, og tí eg var farin upp í nevndina á Føroya Undirhaldstónleikarafelag, FUT, so valdu vit at lata FUT yvirtaka tiltakið, ið hesaferð varð hildið í Ítróttarhøllini á Hálsi.

 

Framførslan hjá Lisa Sær Dupult

Framførslan hjá Oblivion

Framførslan hjá MC-Hár

Framførslan hjá Betrayer

Framførslan hjá Saxony

 

Leave a Reply

Your email address will not be published.