Tungmálmur ’93: Revival

Georg eystan Á plagdi at syngja: Tú minnir ei sørt um Marilyn Monroe, well, tá eg síggi síðsta bólkin á skránni á Tungmálmi, so havi eg hug at syngja: Tit minna ei sørt um Spinal Tap. Ladies and gentlemen enjoy festligasta málmsbólkin í 1993: Revival.

 

Hofgaard og Jespersen vóru tá sum nú kjarnan í Revival.
Hofgaard og Jespersen vóru tá sum nú kjarnan í Revival.

Suðuroyarbólkurin Revival fekk heiðurin at spæla síðst á Tungmálmi ’93. Í 1993 var Revival betri umtóktir enn nakrantíð, spæliskraín við kendum rokk- og tungmálmsløgum rakti tíðarandan og Revival  spældi tí á hópin av konsertum, umframt til dans kring alt landið. Eitt nú blástu teir áskoðarar um koll á Futta á Ferð konsertunum veturin 92/93.


Teir, ið mannaðu Revival í 1993 vóru Jens Harry Jespersen, gittar og sang, Jóanes Hofgaard, bass og Dánjál Jákup Holm, trummur.

Í mars 1993 skipaði FUT fyri konsertini Tungmálmur ’93. Ein konsert við teimum bestu málms- og harðrokk bólkunum í Føroyum. Tungmálmur ’93 tók tráin upp eftir eftir Tungmálmi ’92, ið nakrir av harðaru føroysku bólkunum tóku stig til í 1992. Fyrsta árið vóru tað eg og Torkil Olsen, ið vóru høvuðsfyriskiparar, men av tí, at tiltakið ikki bar seg fyrsta árið, og tí eg var farin upp í nevndina á Føroya Undirhaldstónleikarafelag, FUT, so valdu vit at lata FUT yvirtaka tiltakið, ið hesaferð varð hildið í Ítróttarhøllini á Hálsi.

 

Framførslan hjá Lisa Sær Dupult

Framførslan hjá Oblivion

Framførslan hjá MC-Hár

Framførslan hjá Betrayer

Framførslan hjá Saxony

Framførslan hjá Wolfgang

 

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *