Íessus íessus…og so tosar løgmaður um fólkaræði

Eg sá i Degi og Viku, at samgongulimur eftir samgongulim boðaði frá, at tey vildu hava eina uppboðssølu av sild og makreli, og samstundis gramdu seg um, at tey máttu atkvøða ímóti eini uppboðssølu, og hvussu illa hetta gagnaðist.

 

Tinghusid-kaviEftir stóð, at tað bert er Fólkaflokkurin, ið er ímóti eini uppboðssølu av fiskiloyvum. Men eisini at eingin uppboðssøla kemur, tí tað hevur størri týdning at halda samgonguni saman, enn at brúka vit og skil og atkvøða eftir sannføring um, hvat er best fyri Føroya Land.

Tað ljóðar kanska ikki so álvarsligt, at Fólkaflokkurin fær sín vilja her, men tað er tað. Tí her er talan um ótrúliga stórar inntøkur, ið landskassin ikki fær. Inntøkur, ið kundu goldið fyri eitt nú eitt Fountain House, virðilig viðurskifti til okkara elstu, at Mentanargrunnurin aftur vaks, umframt nógv annað.

Ella við øðrum orðum, ein atkvøða ímóti einari uppboðssølu er ein atkvøða fyri niðurlagan av vælferðartænastum.

Sum skiltist á Degi og Viku, so er tað Løgmaður, ið er primus motor, fyri at fáa samgongulimirnar at halda samgongustevið og atkvøða móti egnari sannføring. Hann royndi at forklára, at hetta snúði seg um Fólkaræði.

Íessus, íessus hetta hevur einki við Fólkaræðið at gera, hetta er minniluta diktatur.

 

Á sama hátt, sum vit neyvan fáa lógina um skrásett parlag í gjørgnum, hóast ein stórur meirilutið av føroyingum er fyri henni, tí einstaklingar blokera henni. Her verður tað Miðflokkurin, ið fær æruna av at vera minniluta diktatorar.

 

Eg havi hug at spyrja, hvat tað veruliga er, ið hendan samgongan ger, ið er so týdningarmikið, at man skal avreiða so nógv til Fólkaflokkin?

Leave a Reply

Your email address will not be published.