Man skuldi verið løgtingsfólk

Einaferð stillaði eg upp til løgtingsval, gekk ikki so øgiliga væl. Umframt meg sjálvan og mína tøttu familju, vinir og onkran einstakan annan, vóru ikki nógv, ið mettu meg sum besta umboð fyri seg á tingi. Men ein sólskinsmorgun sum hendan, kann eg illa annað eg hugsað um, hvussu lekkurt tað hevði verið at verið løgtingsfólk.

kongavardaEg vaknaði av sólini, ið reis. Útsýnið yvir Havnina og fjørðin var ótrúligt. Eg vendi mær á hina liðina og svav eina løtu afturat. Men vaknaði so aftur um sjeytíðina av vekjaranum, og henda dagin, har børnini ikki skuldu í skúla og sólin skein oman og niðan, var hugurin at fara til arbeiðis ikki serliga góður.

Ikki tí, eg havi eitt fínt og spennandi arbeiðspláss og ein áhugaverdan dag fyri framman, men shit, sum eg hevði tíma væl at verið løgtingsmaður.

Løgtingsfólk pjøvast ikki upp tíðliga í dag. Tey fingu summarfrí fyrradagin, mikudagin 8. mai, Eina summarfrítítíð, ið varðar útivið 12 vikur, ella heilt til á ólavsøku. So skulu tey sporadiskt til arbeiðis í ein til tveir mánaðir, inntil arbeiðsdagurin verður eitt sindur meira vanligur fram til november/desember, ið bjóða stórt arbeiðstrýst av at skunda fíggjarlógir ígjøgnum.

Síðan gongur eitt sindur stillisligari fyri seg, inntil mars/apríl har aftur er nógv at gera við at skunda lógir ígjøgnum, heilt til løgtingsfólk aftur fáa tær obligatorisku 11/12 vikurnar av summarfrítíð.

Ein sólskinsmorgun sum hendan, hevði verið deiligt at verið løgtingsfólk.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *