Tað eru nógv ár síðan, at MC-Hár seinast spældi í Danmark, men í kvøld verður tað. Loppen á Christiania stendur fyri skotum.
Venjingin í gjár gekk super, vit vandu í góða gamla venjingarhølinum í kjallaranum á Oyrasundi, kann ikki annað enn viðganga, at tað vakti kenslur aftur at venja har, serliga tá vit vandu Offblend og Letters from a me, sum báðir vóru gjørdir í sama høli.
Goodtimes!
Eg, Malan, Torkil, Tróndur, Jógvan og Petur, deilig fólk og nógvar hugnaligar løtur í hasum kjallaranum.
Um eina løtu er ljóðroynd. Eg fari nú út í sólina eina løtu. Vit síggjast á Loppen í kvøld.
