Eru fólkafloksmenn tápuligir ella bandittar?

Jákup Mikkelsen

…hetta er ein ræðandi spurningur, og svarið er ikki minnið ræðandi. Tí hetta er ein flokkur, ið situr við valdið, og fær hann sín vilja beint nú, so koma vit øll at svíða fyri tí, ikki bara eg og børnini hjá mær, men eisini abbabørnini.

 

Eg eri eitt sindur óróligur fyri Føroya landi. Siti júst og hyggi at Degi og Viku, har Jákup Mikkelsen roynir at argumentera fyri, hví vit skulu binda føroyska skattgjaldaran fyri í minsta lagið fleiri hundra milliónir og í mesta lagið fleiri milliardir í sambandi við Skálafjarðartunnilin. Ella nei, hann roynir ikki eingongd at argumentera.

 

Argumentini eru so eingi, tað kann eg staðfesta. Hann borðreiðir við mórukasting um, at andstøðan bara er ímóti, fyri at vera ímóti. At tey ikki vilja, at nakað skal henda, meðan tey eru í andstøðu. Og so tápuligar útsagnir, sum at CHE samgongan einki fekk gjørt men bara tosaði.  CHE samgongan gjøgnumførdi ein ørgrynnu av málum inntil Gerhard Lognberg og Heini O. Heinesen skutu alt í knús. Men tað er ein onnur søga.

 

Aftur til Jákup Mikkelsen, um tað er tí hann heldur veljaran vera pillbíttan, ella tí hann sjálvur er ein tápulingur, tað ani eg ikki. Men maðurin noktar at taka støðu  til veruleikan, nemmiliga at tað eru tveir møguleikar í sambandi við Skálafjarðatunnilin:

 

– at man ger eitt alment partafelag, ið savnar Vágatunnilin, Norðoyartunnilin, og fíggjar Skálafjarðartunnilin við lántøku. Hetta felag kann so eisini gera Sandoyartunnilin. Hetta kostar, sambært Landsverk, landinum nógvar hundra milliónir minnið, og gevur m.a. veljarunum hjá Jákupi Mikkelsen ein nýtsluprís upp á upptil 40% minni fyri at koyra gjøgnum tunnilin til Havnar.

 

– ella at man letur eitt danskt spekulantavirki standa fyri part av váganum (landið skal sambært miðlunum garantera inntøkur til felagið) og letur allan vinning fyri tunnilin fara í lumman á einum spildurnýggjum spekulantfelagsskapin í minst 30-50 ár fram. Men afturfyri sleppur man undan at binda landið fyri eitt stórt lán.

 

Jákup stóð guð hjálpi mær og endurtók, hvussu gangligt tað er, tunnilin verður gjørdur. Nú kenni eg onkrar fólkafloksmenn, og teir eru altso ikki allir slevandi idiotar, vónandi fær onkur av teimum skil á hesum. Tí tað er sku ræðandi, at eg, tú og vinnulívið í Føroyum skal bindast niður við risastórum eykakostnaði í upp til 50 ár fram, bara tí at Fólkaflokkurin noktar at fyrihalda seg til veruleikan.

 

Eg eri ikki serfrøðingur í tunnilsfígging. Men  eg havi lurtað eftir argumentunum hjá Bjørt Samuelsen og Jákupi Mikkelsen. Argumentatión havi eg skil á.Tíanverri má eg staðfesta, at meðan Bjørt Samuelsen í kvøld hevði góð og saklig argumentir, hevði Jákup ikki eitt einasta skilagott argument, um hví tað var skilagott at velja privatu loysnina.

 

Eg má spyrja, hví vil Fólkaflokkurin so gjarna geva einum donskum spekulantkassa henda møguleikan at drena pening úr Føroyum?

 

One thought on “Eru fólkafloksmenn tápuligir ella bandittar?”

Leave a Reply

Your email address will not be published.