Eitt orðafelli er, at tað finnast hvítar lygnir, svartar lygnir og hagtøl. Eitt annað orðafelli er, at tøl ikki lúgva. Well, sum internetráðgevi brúki eg nógva tíð til at hyggja at hagtølum fyri vitjanir, síðuvísingar o.a., men tá eg í dag vitjaði ávikavist Vevmátingarlistan hjá Gallup og Vevlistan sum byggir á Google Analytics tøkni, so mátti eg staðfesta, at vev hagtøl eru einki annað enn vegleiðandi ábendingar.
Eg haldi sum so ikki, at tað er neyðugt at greiða frá so nógvum, tí tølini tala fyri seg. Bæði hesi skermprentini eru fyri viku 25 tað er dagarnar 17.6.2013 til 23.6.2013.


Um vit taka nøkur tøl, ið vísa hvussu ymisk hagtølini eru. So er kanska áhugavert at hyggja at tølunum fyri portal.fo, ið liggur ovast á listanum.
Portal.fo | |||
Hagtalskipan | Brúkarar | Vitjanir | Sýndar síður |
Vevmátingarlistin | 66.808 | 387.150 | 1.855.053 |
Vevlistin | 68.736 | 459.560 | 794.356 |
Munur | 1.928 | 72.410 | 1.060.697 |
Altso er einasta talið, ið bert hevur ein relativt lítlan mun, so er tað talið fyri brúkarar, ið er hvussu nógvir einstakir brúkarar hava vitja síðuna. Hetta er samstundis eisini tað talið, ið onkursvegna er tað torførasta at definera í tílíkum hagtølum. Tí talið av vitjanum og kanska serliga fyri sýndar síður, átti at verið rættiliga líkatil. Eisini sæðst, at meðan tølini á Vevlistanum fyri brúkarar og vitjanir eru hægri, so er talið fyri sýndar síður sera nógv lægri, faktiskt minnið enn helvtina.
Hyggja vit at næstu síðuni á listanum Aktuelt.fo, síggja vit tó, at her er lítil konsekvensur á muninum, tí her er talið av brúkarum heilt ymiskt, meðan munurin millum sýndar síður er sera ymiskur.
Aktuelt.fo | |||
Hagtalskipan | Brúkarar | Vitjanir | Sýndar síður |
Vevmátingarlistin | 40.389 | 141.558 | 828.798 |
Vevlistin | 50.372 | 171.716 | 718.186 |
Munur | 9.983 | 30.158 | 110.612 |
Well, eg skal ikki keða tykkum skermprentini tosa fyri seg, so tit, ið eru áhugaði er vælkomin at leita víðari. Eg kann bara staðfesta, at hagtøl eru ikki bara hagtøl. Tað einasta, sum er sikkurt, er at talið av vitjandi, vitjanum og sýndum síðum er eitt púra fast tal, um tað er talið, ið Google vísur, ið Gallup vísur ella okkurt heilt annað, tað er so spurningurin.
One thought on “So nógv kunnu hagtøl lúgva”