Í onkrum sum mest minnir um øvund um stødd kærdi Vágaportalurin herfyri Føroya Tele fyri at siga tað, ið øll longu frammanundan vita, at portal.fo er Føroya nógv mest vitjaða tíðindaheimasíða. Niðurstøðan er áhugaverd, tí hóast Vágaportalurin verður avdúkaður sum nógv minnið enn portal.fo, so sleppur Portal.fo alíkavæl ikki at kalla seg størstan.
Vágaportalurin er eisini fámæltur, tá hann leggur niðurstøðuna út á vp.fo. Sigur bara, at portal.fo ikki longur sleppur at kalla seg størstan. Einki um hin partin av niðurstøðuni, at portal.fo hevur prógva, at hann er munandi størri enn Vágaportalurin, men at av tí, at tað ikki finst eitt samanbæriligt yvirlit yvir allar føroyskar tíðindaheimasíðir, kann portal.fo ikki prógva, at hann er nógv størst. Møguliga er onkur síða har úti, ið fleiri vitja.
Málið og próvførslan í tí, vísir eisini, at tær báðar primeru teljimaskinurnar, ið vera brúktar í hesum máli eru rættiliga lítið eftirfarandi serliga Statcounter, ið Vágaportalurin brúkar, tí henda skipan skrásetir á ein margháttligan hátt, sum næstan tykist villeiðandi ella skal man kanska siga hagtalsdoping.
Men sum eg skrivaði um fríggjadagin verður eisini víst á, hvussu langt tølini, ið man sær á Galluplistanum eru frá tølunum á Google.
Les niðurstøðuna á vp.fo