Sambandssóttin má grøðast – tí loysing!

munnur

Røða hildin á tiltakinum “Tí loysing” hjá Unga Tjóðveldi fríggjakvøldið 2. august 2013.

Eg plagi at elska at skriva røður, og elska at halda tær, tí svaraði eg sjálvandi beinanvegin játtandi, tá Úlvhild ringdi og spurdi um eg kundi røða til tiltak hjá Unga Tjóðveldið, tí eg elski eisini Unga Tjóðveldið.

Eftirsum eg longu hevði játtað, so vildi eg ikki nokta, tá eg fekk evnið at vita. Men “Tí loysing” er ikki eitt evnið eg sjálvur hevði valt, at røtt um. Balansan millum klisjeirnar og eina listavísing av politiskum fyrimunum og vansum er eitt sindur møtumikil at skula finna, um man samstundis skal vera relativt undirhaldandi, so at tit skulu tíma at lurta.

 

Men harafturat, er loysingin mínum hugaheimi, ikki tað primera. Eg vil heldur hava eitt samhaldsfast land, har mannarættindi vera vird og eitt land, har vit hava fyrimyndarligar og skilagóðar politikarar, ið virka fyri okkum og okkara landi.

 

Tað hava vit ikki í dag, og eg haldi at ríkisrættarliga støðan eigur ein stóran part av skuldini. Tí hevur loysingin sjálvandi týdning á tann hátt, at hon kann fáa okkum úr hesari undarligu støðuni, ið ríkisfelagsskapurin er.

 

Loysingin er í mínari verð eitt neyðugt stig, eitt stig, ið gevur okkum tey amboð og tað frælsið, ið skal til fyri at stýra hesum landi á ein ábyrgdarfullan hátt.

 

Sambandsundirbrotligheitin, ið merkir okkum øll, er ein umfarsótt, ið smittar illa, hon rakar okkum í heilan, eitt slag av bruna, vandamikil heilabruni við øgiligum fylgjum.  Tað eru ikki bara sambandsfólk, ið eru rakt av hesum, tað eru vit øll. Vanlig tekin eru líkasæla, væntandi støðutakan í álvarsmálum og manglandi ábyrgdarkensla. Lat okkum kalla umfarssóttina við sínum veruliga navni: Sambandssóttin.

 

Vit síggja hetta t.d. tá vit føroyingar fara á val. Skulu vit døma eftir fleiri av teimum, ið verða vald inn, verður demokratiska avgerðin í valklivanum tikin við sama álvara, sum sms atkvøðan til donsku X-Factor finaluna. Einasti munurin eru, at X-Factor fært tú ordna beinleiðis úr sofuni.

 

Kriteriir sum, at viðkomandi sær fittur út við sínum ljósa hári og bláu eygum, er úr somu samkomu sum eg, er ordiliga hittinorðaður, hevur lovað mínari bygd ein tunnil ella eina ítróttarhøll, fer at geva onkrum eg kenni eitt fiskiloyvi ella annað líkasælt eru alt avgerandi. Meðan førleikar sum vit og skil, heiðurligheit og førleikar at stýra landinum als ongan týdning hava.

 

Harra guð, eftir at hava lisið úttalilsini hjá Hanusi Samró í dag um at barsiliskipanin ikki skal vera ov góð, tí kvinnurnar skulu motiverast til at fara skjótt til arbeiðis aftur, so má man stúrsa við, at onkur hevur valt henda mann, tað kunnu ikki vera fólk, ið taka demokratiið serliga alvorligt.

 

Sambandssóttin hevur givið okkum sitandi samgongu, eisini Hanus Samró, hon hevur gjørt, at einki hevur konsekvens í politikki longur, at landsstýrisfólk ikki longur nýtast at fylgja landsins lógum, siga sannleikan ella nakað annað.

 

Vit eru eitt land uttan greiða fatan av ábyrgd og skyldum, tí vit ríkisrættarliga er ein vavgreytur, tá tað kemur til skyldir og ábyrgd.

 

Harra guð, hava tit lisið Sjúrð Skaale á Facebook, hann vil guð hjálpimeg hava okkum inn í ES, henda fanans felagsskap, ið vísir seg frá sínari ljótastu síðu móti okkum í løtuni, eins og tey gjørdu, tá tey av órøttum kravdu endurgjald móti íslendingum í Icesave málinum.
Sjúrðasa dreymur um ein taburett í Evropa hevur størri týdning enn vanligur integritetur og hampiligheit. Skít verið við, um felagsskapurin er óetiskur vemmiligur og kúgandi, so leingi man er við til at kúga og vera vemmiligur so gongur tað nokk. Hvør velur ein tílíkan mann, mítt svar er tey sambandssjúku?

 

– Farsan um spekulantholið hjá Kára Post er eisini avleiðing av sambandssóttini.

 

– Ófíggjaði flatskatturin er avleiðing av sambandssóttini eins og ríkmannaskattalætting hjá ABC var tað.

 

– Forskattingin av pensjónum við rokning sendari til komandi ættarlið er avleiðing av sambandssóttini

– Manglandi kommunusamanleggingarnar og farsuaktiga fólkaatkvøðan, eisini sambandssóttin.  Hvat er tað við Kára Post og farsum? Hann átti heldur at hildið til í Sjónleikarhúsinum enn í Tinganesi.

 

– Kreppan í 80’unum var eisini avleiðing av somu sambandssótt.

 

Eg nokti at trúgva, at føroyingar eru bíttari enn onnur fólk. Eg nokti at trúgva, at tað veruliga er ein meiriluti av føroyingum, ið ikki ynskir tað besta fyri land og fólk. Hóast ein meiriluti av føroyingum til seinasta val ikki valdi, tað ið er best fyri land og fólk.

 

Føroyingar eru illa raktir av zombiesóttini – eg meini sambandssóttini – henda sjúka er í mun til zombiesótt møgulig at grøða. Heilivágurin eitur loysing, sjálvbjargni og ábyrgd.

 

Slutt við loysnum har móður Danmark kann taka um endan, har vit ikki ordiliga bestemma ella ordiliga hava ábyrgd, slutt við, at vit ikki umboða okkum sjálvi í tingingum við umheimin.

 

Vit nýtast ikki at óttast, vit eru ikki eitt lítið land, við sjóøki eru vit eitt stórt land, á stødd við Grikkaland, ið er eitt av teimum londunum, ið hevur víst, at sambandssóttin eisini herjar innan fyri ES.

 

Mest av øllum eru vit eitt land við dugnaligum og røskum fólki, flest øll hava vit hava vit tørv á heilivági, men vit eru bæði dugnalig og røsk.

 

Vit hava okkara fisk, okkara undirgrund, okkara vøkru náttúru, men mest av øllum okkara dugnaliga fólk. Við rætta heilivági gongur alt nokk. Heilivágurin er loysing, so tí loysing, heldur nú enn seinni.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *