Swangah – Undirgangstónar

Swangah - Undirgangstónar
Swangah – Undirgangstónar

Swangah hava gjørt eina ógvisliga og myrka fløgu, sum tónleikaliga er nógv betur enn tann fyrra útgávan hjá bólkinum.

Enn sum áður eru tekstirnir meistaraligar hjá havnarapparunum úr Svanga. Men útgávan sum heild riggar betri sum ein røð av stakfløgum enn sum ein heilstoypt útgáva, fyrst og fremst, tí rappið gerst ov monotont, og eg troyttaðist av tí eftir nakrar fáar gjøgnumlurtingar.

Fleiri góð hæddarpunkt eru tó, t.d. Marrathon og Dagin Eftir.

Hesaferð leverar Urbanus tónleikin, og tað haldi eg, at hann ger ordiliga væl. Faktiskt haldi eg tónleikapartin verða ordiliga góðan á Undirgangtónum, tað er myrkt og ógvisligt og hóskar til tað bizara og ógvisliga tekstuniversið..

Hetta eru nøkur av teimum tingunum, ið eg og Eyðfinn Jensen koma inn á, tá eg vitjaði í sendingini Brunsj við fyrsta tónleikaummælinum á hesari vetrarskránni.  Lurtið eftir ummælinum av Undirgangstónunum hjá Swangah her

 

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *