Eg havi ikki ein jólakalendara í ár, sum eg hevði her á Nudlum í fjør. Men lukkutíð var jólakalendarin tá, somikið góður, at nærum allir dagarnir kunnu endurnýtast.
Sum t.d. hesin frá 10. desember í fjør:
Jóltíðir snúgva seg um næstrakærleika, so hendan 10. desember fáa tit eitt fitt klipp, har dreingirnir í Southpark hjálpa hvør øðrum, tá Eric Cartman ikki minnist orðini til O’ Holy Night, er Kyle beinanvegin klárur við eini hjálpandi hond, ella skuldi man sagt motiverandi stuðli.
Hygg í allan jólakalendaran her