Mest lisnu nudlarnir í 2013

Niels Uni á JazzinumHer er yvirlit yvir tær tíggju mest lisnu greinarnar á Nudlum í 2013. Umframt greinarnar, er forsíðan nógv mest vitjaða síðan, meðan menupunktið “Handan Nudlar” eisini er væl vitjað, og hevði sloppið á eitt 5. pláss á listanum, um hetta var ein grein.

Mest lisna greinin er “Um hatta famøsa kjakið”, har eg viðgjørdi sjónvarpskjak millum løgmann og Høgna Hoydal. Eitt kjak,  ið hevði við sær, at verturin Liljan Weihe fekk nógvar ákoyringar. Henda grein er lisin tvær ferðir so ofta, sum næsta greinin á listanum, greinin um The Galaxy 11 “Áhugaverd og stórsligin fótbólts lýsingarherferð”.

 

dagurogvika1. Um hatta famøsa kjakið

 

4. september, viðmerking til at Liljan Weihe var fyri nógvum ákoyringum í sambandi við at løgmaður fór sera barnsliga fram í sjónvarpskjaki við Høgna Hoydal.

 

 

aliens2. Áhugaverd og stórsligin fótbólts lýsingarherferð

 

20. oktober, grein um The Galaxy 11 átakið hjá Samsung, ið fór av bakkastokki við at hettuklæddir persónar vístu seg á leikvøllum kring heimin.

 

 

20130506-230318.jpg3. Stjelur B36 bóltar frá børnum?

 

4. mai, um tá sonur mín fann sín bólt inni í B36 Húsinum, og sá at onkur hevði teknað útyvir hansara navn og telefonnummar-

 

 

gull 4. Juventus Føroyar er Føroyameistari í fjepparafótbólti

 

22. juni, frásøgn frá Føroyameistaraheitinum fyri fjepparafeløg.

 

 

KajLeo5. Løgmaður hevur reinsað Kára P. Højgaard

 

31. august hugleiðing um enn ein Facebookstatus hjá løgmanni. Har hann kallaði spurnartekini, ið vórðu sett við tunnilsmálið hjá Kára P. Højgaard fyri eina ljóta heksajakt.

 

 

superhedin_small6. AVDÚKING – Havnin fingið superhetju

 

5. juli, grein í sambandi við herverkini á listaverk í Havn og um mannin, ið skuldi bjarga okkum.

 

Jákup Mikkelsen 7. Eru fólkafloksmenn tápuligir ella bandittar?

 

25. juni, hugleiðing ein av fyrstu døgunum í tunnilsmálinum, tá Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum, uttan eitt einasta skilagott argument, um hví tað var skilagott at velja privatu loysnina, royndi at halda fast í tí privatu loysnini.

 

familjur8. Ikki øll duga at elska sín næsta

 

23. mars, hugleiðing í sambandi við at LGBT Føroyar hevði givið løgtingslimum bókina “Hin stóra bókin um familjur”, og Bill Justinussen, boðaði frá, at hann vildi virka fyri, at bókin ikki skuldi blíva brúkt á stovnum í Føroyum.

gud9. Guð segði tað so væl nú ein dagin

 

3. desember, hugleiðing um, at Kaj Leo Holm Johannesen hótti samgongutinglimir at atkvøða ímóti líkarætti til samkynd.

 

 

KajLeo10. Átti man at takka Kaj Leo?

 

14. september, tá Kaj Leo við málsøkjabýtinum brynjaði Fólkaflokkin alvorliga upp til komandi løgtingsval.

 

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *