Vakurt í kuldanum

20140215-031337.jpgVið sløktari telefon, um sporadiskum tónleiki rann eg túrin her undan Kongavarða, niðan til Skúlan á Argjahamri, so víðari til rundkoyringina og út eftir grótvegnum út á Glyvursnes, heilt út til húsið har sum 2 km markið er, um man rennur beint, men í og við, at eg rundaði skúlan, so var nokk talan um 4,1 km.

Eg havi annars seinastu stóru vikuna funnið ótrúliga nógvar góðar orsøkir til, at eg ikki skuldi renna ein túr, men soleiðis er onkuntíð. Eg eri í gongd aftur.

Eg veit ikki heilt hvat hendi, men í frostkalda verðrinum og skýmingini, ið byrjaði at taka fastartøkur á heiminum, so var so ræðuliga vakurt, at eg mátti steðga á veg út undan Kongavarða, og taka eina mynd av flotta mánanum yvir Nólsoynni. Onkursvegna kom eg at sláa mítt Nike renniprogram frá, nakað, ið eg ikki varnaðist aftur, fyrr enn eg var farin framvið 1 km markinun og fekk tendra skipanina aftur, og rann so eitt petti afturat við henni frá.

20140215-032224.jpgÁ veg innaftur var Havnin so vøkur, at eg mátti steðga at taka mynd av henni, og tá slóknaði telefonin fyri battarí.

Eg rann so heimaftur, uttan tónleik og uttan mátara. Men í og við, at eg kenni túrin, so var lætt at meta um. Eg vænti, at eg rann hann uppá 25 minuttir.

Løgini eg hoyrdi vóru
The Golden Age  – Beck
Henry Lee – Nick Cave
NYC – Interpol
Staralfur – Sigur Rós

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *