Her skal vilji til at fara út í kuldan, men tað valdi eg at gera. Eitt sindur irriteraður, um at tað gongur so illa at fáa rennitúrarnar avgreiddar. So eg fór út, hugsaði ein stuttan túr, og tá eg var um at rúka á reyvina í hálkuni á veg út frá undir Kongavarða, hugsaði eg um at venda við, men helt eg skuldi royna at fáa tveir kilometrar avgreiddar.
Lukkutíð var ikki líka hált restina av túrinum so eg rann niðan á Hamarin og út til rulluportrið, og síðan inn á botn í øllum vegunum á Hamrinum.
Við fínum tónleiki í oyrunum, enn einaferð løg av mínum “Into my arms” Genius playlista, so var tað fínt, føldi meg eitt sindur móðan í knøunum. Men annars fínt. Royni at halda túrarnar stuttar, so eg ikki yvirbelasti mínar óvandu liðir.
Regina Spector – Real Love
Kaiser Chiefs – Everyday I Love You Less and Less
Jeff Buckley – Lilac Wine
Nick Cave – Brompton Oratory
Leonard Cohen – Chelsea Hotel No. 2
Radiohead – Street Spirit
David Bowie – Ahses to Ashes