Tann persónliga kontaktin, smílið, áhugin, ella skal man bara kallað tað tænasta.
Eftir deiligu morgunmatarbuffettina var eg á veg niðan gjøgnum trappurnar upp á kamarið. Eg stúrsaði við, tá ein vinarlig donsk rødd spurdi: “Var det en god morgenmad?”, hugdi upp og sá, at tað var tænarin, ið hevði tikið ímóti okkum, tá vit komu inn til buffettina. Vit møttust av tilvild í trappunum, og ístaðin fyri at lata sum einki, vísti hann áhuga.
Jú takk, tað smakkaði væl, fekk eg framúr mær, og fór víðari við einum smíli. Eg havi ofta ferðast við Norrønu, men ongantíð hevur tænastan verið betur enn hesaferð.
Tá sonurin misti jogurti á gólvið í tí hann skuldi rætta smílandi tænarinduni (ella hvussu tað eitur, tá ein tænari er kvinna) sín skitna tallerk, so var viðmerkingin beinanvegin, at tað bilti einki.
Tá ein annar sonur eitt sindur seinni hevði stoytt Fanta inni í spælirúminum, har man ikki hevur loyvi at hava mat og drikkivørður við sær, so var eingin moralprædika, bara eitt smíl meðan vinarliga daman grulvaði inn at turka upp.
Eg veit bara, at hetta er tílíkt, ið fær meg at kenna meg vælkomnan. Tað virkar sum hesi starvsfólkini tíma at arbeiða her, nei, tað virkar faktiskt, sum tey dáma at arbeiða her.
Annars hava vit verið á Egilstøðum í dag, høvdu frætt, at har var ein svimjihylur. Well ikki heimsins størsti svimjihylur. Sirka uppá stødd við tann gamla í Gundadali, og júst sum hann, var hesin uttandurða. Tað bilti tó ikki, tí har var ein rutsjibani, so tað sá gott út.
Vit brúsaðu okkum og runnu út móti rutsjibananum, men ólukkutíð, banin var “Lokaður”, eitt skelti hekk fyri trappurnar, og forðaði okkum at fara upp, ivaleyst skilagott, tí hylurin undir rutsjibananum var hálvtómur og vatnið í honum sá ikki tespiligt út.
Well, vit fingu tó hálvan annan tíma at ganga við at sita í heitum potti, boblubað og annars við at spæla við bóltar í barnaendaum av svimjihylinum. Bert Mikal var so aktivur, at hann tók nakrar longdir eisini.
Vit ótu døgurða á Subway, og keyptu páskaregg í Bónus, umframt teir obligatorisku mini doughnutsarnar, ið eg altíð keypi, tá eg eri í Íslandi. (smakka himmalskt).
Men annars eru Egilstaðir ein heilt ófatiliga óáhugaverdur býur. Har er sku meira aktion í Skálavík. Men vit funnu tó eitt ellisheim fyri bilar, ið eg líka mátti taka ein mynd av, her:
Vit koyrdu síðan ein biltúr, stuttligt at síggja kavakløddu fjøllini og landslagið, ið er so hvítt, at tað næstan skerð í eyguni.
Um eina løtu letur buffettin upp, so er nátturði á skránni, tað verður uttan iva gott, mungi longu eftir hasum sterkt kryddaðu búffunum, ið eg smakkaði í gjár.
Vónandi stendur væl til har heima.
One thought on “Familjuútferð til Íslands dagur 2”