Vit hoyrdu í fyrru pørtunum av hesari frásøgn um tíðina, tá MC-Hár varð sett á stovn, og um hvussu bólkurin gjørdi sínar báður fløgur: Framvegis uttan vit og Burn Me. Vit hoyrdu eisini hvussu stórar útskiftingar vóru í bólkinum, og hvussu bólkurin megnaði at enduruppfinna seg til Prix Føroyar 1999 fyri síðan aftur at fara í skeljasorð.

Vit eru nú komin til eitt stilt ár 2000, har ikki nógv hoyrdist til MC-Hár. Móti heysti stovnaðu limirnir, sum búðu í Keypmannahavn Niels Uni og Jónas bólkin Yst, saman við songkvinnuni Annu Kristin Bæk, DJ’inum Eyðfinn Drewsen og gamla MC-Hár trummaranum Peturi Dalsgaard.
Yst spældi disko rokk, og Jónas Bloch Danielsen var høvuðslagskrivari og Niels Uni gjørdi tekstirnar.
Jónas kallaði stílin fyri DRADL (Disko Rokk Annars Deiliga Líkatil). Eitt gamalt óinnspælt MC-Hár lag, slapp við á skránna, tá bólkurin luttók á Prix Føroyar undanumfarinum í Miðvági í 2001, í hesum sambandi kom eisini Heri Reynheim við í bólkin. Framførslan var tó ikki nóg góð til at basa stórfavorittarnar Tangz og 200, ið spældu seg í finaluna. Men ætlanin var tó at halda fram.
Tað vísti seg tó, at áhugin fyri MC-Hár var størri enn áhugin fyri Yst, bæði millum limirnar og konsertfyriskiparar, og tá MC-Hár vóru bidnir at luttaka á Ólavsøkukonsertini í 2001, datt Yst heilt niðurfyri.
Ólavsøkukonsertin í 2001 skuldi gerast ein varði á leiðini fyri MC-Hár. Hóast bólkurin næstan var farin í upploysn, júst tá populariteturin var størstur, so vóru teir fýra, ið vóru eftir í bólkinum fult uppsettir uppá, at halda fram.
Tað skal tó sigast, at tað var ræðandi at halda á uttan Trónd, ið spældi ein størri leiklut enn nakar annar í lagsskrivingini á báðum fløgunum, ja fyri at vera heilt erligur í øll árini.
Tí kravdi tað nakað serligt, fyri at fara í gongd aftur við MC-Hár. Hetta serliga var í hesum førinum at verða bookaðir til ársins størsta spælijobb tá á døgum, Ólavsøkukonsertina.
Men tað var sera trupult at avgera, hvør skuldi avloysa Trónd, bæði sum sangara og ljómborðsleikara, tí tað skuldi gjarna eisini vera ein, ið tók lut í lagaskrivingini.
Tá boð var eftir MC-Hár til ólavsøkukonsertina í 2001, var eitt buzz í luftini. Teir høvdu spælt nógv og verið populerir, og vóru so knappiliga horvnir. Bólkurin føldi eitt trýst á sær, tí teir vóru lanseraðir sum eitt av høvuðsnøvnunum og spældu seint, og ja seint var gott.

Man roknaði við nógvum fólki, og tí var hetta ein vinn ella forsvinn konsert. Fríði Øster, hevði játta, at hann kundi spæla, tá hann hevði tíð, og hesaferð hevði hann tíð at spæla, Jens var tendraður, eftir at hava verið limur í bólkinum í hálvt annað ár, uttan somikið sum eina venjing. Heri, Jónas, Niels Uni og Allan vóru enn við, so har manglaðu sangrøddir fyri Trónd og Niels og ein ljómborðsleikari.
MC-Hár vendi sær til Magnus Johannesen, hann dugdi alt, og hevði í Taxi víst, at hann eisini dugdi at larma. Hann segði beinanvegin ja.
So manglaðu tvær sangrøddir. Mest upplagda valið var Terji Rasmussen. Hann var vinur av bólkinum. Og fyri Niels Una ein av orsøkunum til, at hann byrjaði at spæla tónleik, og saman við Dee Snider høvuðsfyrimyndin á einum palli. Terji segði eisini ja til at luttaka.
Besti sangari í Føroyum beint tá, var Rókur Jákupsson Jakobsen, so hann bleiv sjálvandi eisini spurdur, og svaraði eisini ja. Hetta var ein sonn all-stars manning, ið fór á pallin í Kommunuskúlagarðinum.
MC-Hár heðvi áður ætla at hava stripparar við á pallin á ólavsøkukonsertini, men onkur gudiligur í FUT nevndini hevði niðurlagt veto. Men nú var nevndin meira tolsom, við Kaj Johannesen á odda. So avtala var gjørd við Kaggan, ið hevði stripparar hesa ólavsøkuna, um at lána tær eina løtu.
Ljósmaðurin Egil Barclay Høgenni Hansen skudli gera ljós, hann og Johan Faulkner Mouritsen fóru all in, og bygdu eitt risastórt hjarta, ið skuldi breiða kærleikan út til fólkið.
Eini 4000 fólk vóru komin saman í Kommunuskúlagarðinum, og har var eitt øgiligt lív í.
MC-Hár vóru aftur, eingin ivi um tað.
(Ólavsøkukonsertin 2001 filmað av Karl Anton Klein)
Hetta gjørdist tó einasta konsertin hetta árið, og eisini eiasta konsertin, ið Fríði Øster, Magnus Johannesen og Terji Rasmussen spældu við MC-Hár í hesum umfarinum.
Framhald kemur
One thought on “Søgan um MC-Hár – stripparar og all-stars manning”