Jólakalendarin 2. desember – dagsins gáva til tín

Gleðiligan 2. desember. Vit seta dagin í gongd við dagsins kalendaragávu, ið er ein lítil ferð inn í heimin hjá amerikanska skemtaranum Andy Kaufman. Tey flestu kenna hann nokk úr filminum Man on the Moon, har Jim Carrey spældi hann.

Hetta klippið er eitt av hansara tónleikaklippum, har hann setur saman skemt, ørskap og tónleik, eitt bland, ið hann ofta royndi seg við.

 

 

 

Góðu fittu Nudlalesarar

Nú í jólamánaðinum er ein jólakalendari á hvørjum horni. Mær so líkt, so vil eg ikki skilja meg burturúr, so sjálvandi er eisini ein jólakalendari her á Nudlum.

Hvønn dag fram til jóla deili eg okkurt gott við tykkum. Tað kann vera ein góður sangur, ein góð mynd, ein yrking, eitt viðmæli, ein leinkja, eitt filmklipp, ein søga, ein gáta ella okkurt heilt annað.

Seinastu 19 árini ella so, havi eg havt pakkakalendarar til synir mínar, líltar gávur, summar jólaligar, aðrar ikki so jólaligar. Soleiðis verður eisini her á Nudlum.

Vónandi tíma tit at vitja aftur, um ikki hvønn dag, so næstan hvønn dag, eg kann enntá lova, at summi klipp ella sangir vera somikið góð, at tit saktans kunnu vitja fleiri ferðir hvønn dag.
Tykkum ynskist ein góður jólamánaði.

 

Jólanissi

 

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *