Jólakalendarin 9. desember – Dagsins gáva til tín

Vælvitandi um, at hetta kann bera brá av prostituión, so velji eg í dag, at viðmæla jólakonsertirnar, sum mín kundi Reinsaríið skipar fyri.

bjollubandinEg klári bara ikki at lata vera, um tað ber til at fáa barnagentu hesi kvøldini konsertirnar eru, so ætli eg mær til allar. Bara hús orkestrið í sær sjálvum, er nóg mikið til at fáa meg at spurta oman í Tórsgøtu. Hygg at hesi myndini av teimum, hon er alt ov dýrabær. Men konseptið at seta Føroya størsta tónlistarliga kitchfrøðing Knút Háberg Eysturstein saman við trimum limum í Konfekt, tað ljóðar sum a match made in heaven.

Men fara vit víðari og hyggja at gestasangarunum, so verður tað neyvan betur enn hetta. Fyrsta kvøldið eru tað eingin minnið enn Høgni Lisberg (ivaleyst mín yndisartistur og ein veruliga jólastjørna, ið blómar alt árið), Hallur Joensen, kontrikongurin sjálvur, og Guðrið Hansdóttir, ið bæði sum solistur og í Byrta hevur lagt Føroyar fyri sínar føtur.

Jolakonsertir-2014-heimasida-02Annað kvøldið verður ikki minnið spennandi, Bjøllubandanum verður aftur í Reinsarínum 18. desember, hesaferð eru gestirnir tær báðar poppdivurnar Lena Andersen og Greta Svabo Bech og 200 oddamaðurin Niels Arge Galán.

Felags fyri øll trý er, at tey hava gjørt um seg við jólasangum seinastu árini. Greta er superaktuell við sínum sangi til jólakalendaran hjá Kringvarpinum “Myrkablátt“, meðan Lena gjørdi fyri nøkrum árum síðan veruliga um seg við síni útgávu av “Happy x-mas, war is over” hjá John Lennon.

Hóast Niels best er kendur úr rokkinum og punkinum, so hevur hann absolutt eisini eina bleyta og jólaliga síðu, hetta fekst sjón fyri søgn fyri í fjør, tá hann sum oddamaður í The Ambassadors croonaði seg í gjøgnum “Blue Christmas”, ið var ein jólaheilsan frá Sendistovuni

Seinasta konsertin hjá Bjøllubandanum við serligum gestum, verður 20. desember. Hvørji tey vera, er ikki alment enn, men tað verður um møguligt uppaftur meira spennandi enn hini kvøldini.

 

 

Góðu fittu Nudlalesarar

nissa_smallNú í jólamánaðinum, er ein jólakalendari er á hvørjum horni. Mær so líkt, so vil eg ikki skilja meg burturúr, so sjálvandi er eisini ein jólakalendari her á Nudlum.

Hvønn dag fram til jóla deili eg okkurt gott við tykkum. Tað kann vera ein góður sangur, ein góð mynd, ein yrking, eitt viðmæli, ein leinkja, eitt filmklipp, ein søga, ein gáta ella okkurt heilt annað.

Seinastu 19 árini ella so, havi eg havt pakkakalendarar til synir mínar, líltar gávur, summar jólaligar, aðrar ikki so jólaligar. Soleiðis verður eisini her á Nudlum.

Vónandi tíma tit at vitja aftur, um ikki hvønn dag, so næstan hvønn dag, eg kann enntá lova, at summi klipp ella sangir vera somikið góð, at tit saktans kunnu vitja fleiri ferðir hvønn dag.
Tykkum ynskist ein góður jólamánaði.

Leave a Reply

Your email address will not be published.