Hvat lærdu vit í Løgtinginum í gjár?

Eg var staddur í løgtinginum til stóran part av kjakinum um misálitið á løgmann, øgiliga áhugavert kjak, ið hevði fleiri dimensiónir og vístu, at áskoðanin hjá tinglimum var grundleggjandi ymisk á, hvussu okkara skipan skal umsitast.

Uppskotið fall, Fólkaflokkurin slapp í stóran mun at spæla fríspæl uttan nakran kostna, og løgmaður slapp enn einaferð at spæla offur. Hesaferð var myndamálið ein krossfesting.

Men tann størsta avleiðingin av hesum, er uttan iva tann. At mest sannlíka boðið uppá eina samgongu eftir komandi val er ein samgonga við Javnaðarflokkinum, Sambandsflokkinum og Nýggja Sjálvstýrinum, og Javnaðarflokkurin fær løgmann.

Eftir eitt komandi val eigur Kaj Leo Holm Johannesen útspælið at skipa samgongu. Tá verður sjálvandi samgongan við Javnaðarflokkin roynd, um tann samgongan kann telja upp í 17, men væntandi verður Nýggja Sjálvstýri bjóða við, antin sum tann 17. atkvøðan ella bara fyri at styrkja grundarlagið.Tað er er eisini greitt, at Sambandsflokkurin fer at leggja seg skerflatan fyri at sleppa í hesa samgongu, hetta merkir útsølu av øllum teimum borgarligu broytingum, ið eru gjørdar hetta valskeiðið. Meðan teir so fáa frítt spæl á Sambandsøkinum.

Javnaðarflokkurin hevur boðað frá, at hann ikki fer í samgongu við Fólkaflokkin, tí er lukkutíð ein nýggj ABC samgonga ikki ein møguleiki.

Miðflokkin trúgvi eg einki uppá saman við Javnaðarflokkinum, tí hvørgin flokkur kann liva við ynskjunum hjá hinum á tí etiska økinum.

Eg trúgvi heldur ikki, at Framsókn er ein møguleiki, tí flokkurin skal veruliga selja út á loysingarsíðuni, um hann skal fara saman við Javnaðarflokkinum og Sambandinum.

Tí er BCD mest sannlíka samgonga, um hesir flokkar eru nóg stórir tilsamans, og tað er ikki ósannlíkt, at teir vera nóg stórir.

Riggar tað ikki hjá Kaj Leo, so kann hann velja at geva mandatið frá sær, og tá er ein stórur møguleiki fyri, at verandi andstøða verður samd um samstarv.

Men hin loysnin verður sjálvandi roynd fyrst. Tá er sjálvandi spennnandi, hvussu javnaðarflokkurin reagerar.

Tað er væl skilligt, at Javnaðarflokkurin ikki hevur viljað meldað út, at tey fyrst vilja royna andstøðuna, so tí er mín vón, at B, C og D ikki klára at telja til 17 eftir valið, og at Tjóðveldi og Framsókn fáa góð val, tí so kunnu vit fáa CEF samgonguna, ið føroyingar ynskja.

At tosa um, at Tjóðveldi og Fólkaflokkurin vera nóg stórir tilsamans er burturvið og gevur onga meining, heldur ikki saman við D, tað er einki, ið bendur á, at hesir flokkar kunnu telja til 17. Men sjálvt tá, so hevur sitandi løgmaður útspælið, og væntandi er tað Javnaðarflokkurin, ið fær tað, um hann ikki klárar at fáa semju.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *