
Sunnukvøld í sofuni, hyggi aftur á eitt framúr gott vikuskifti, og má staðfesta, at nógv er hent í Føroyum, síðan eg sum 20 ára gamal í 1993 flutti til Danmarkar.
Táveradi unnustan skuldi í skúla í Keypmannahavn, og á einum arbeiðsmarknaði, ið lá í fillum, var trupult at síggja, hvat ein nýklaktur HH næmingur skuldi gera. Allir møguleikarnir í stórbýnum freistaðu eisini, tí langt var millum mentanarligu hæddarpunktini í Havnini fyrst í nítiárunum.
Men nú siti eg her, eftir eitt framúrskarandi vikuskifti og hugsi, at Tórshavn veruliga er heimsins nalvi.
Fríggjakvøldið var eg í Reinsarínum, har upphitingin til FMA varð hildin við nøkrum av okkara mest spennandi tónleikanøvnum, áðrenn eg fór í Hvonn, har vit kundu njóta serøl frá Mikkeler í hugnaligu hølunum, síðan gekk leiðin í Sirkus, ein barr, ið osar av sál og við nýggja ølkovanum, hevur fingið enn eina dimensión. Síðan fór til blues við Una Debess í Irish Pub, og karaoke í Glitnir, áðenn kvøldið endaði aftur í Sirkus og einum túri gjøgnum Havnina, ið fær stórbýardám eftir kl. 4 vikuskiftisnætur.
Leygardagurin var FMA dagur, tiltakið er vaksið við tíðini og gerst betur og betur fyri hvørt ár, ið gongur. Tað byggir á herðarnar á Planet Awards, ið eg sjálvur saman við Jonhard Hammer og m.ø. Eyðun Klakstein stóð á odda fyri fyrstu árini. Tiltakið er nú vorið vaksið, og riggaði ótrúliga væl í gjár.
Framførslurnar vóru allar góðar, og fleiri framúr góðar. Orka við sínum alternativa ljóðheimið legði fyri og tendraði showið, Heiðrikur, ið saman við sínum lítla bólki og gentubólkinum KATA sang okkum inn í sín fantastiska heim. Lena, ið rørdi við nokk inniligasta lagnum í fjør. Búi Dam og Tjant, sum fortaldu okkum, at vit skuldu eta fisk. Danny and The Veetos, sum við ársins hitti og sum besti bólkur fekk takið á Norðurlandahúsinum at lyfta seg. Men hæddarpunktið var í mínari verð KATA, hesar fantastiku songkvinnur, nakrar av okkara allarbestu kvinnuligu solistum. ið saman eru gandakendar, eg varð rørdur og upplyftur, tónleikauppliving í heimsflokki.
Lena var saman við Eivør stóri vinnarin á kvøldinum, við bestu útgávu, besta songkvinna, besta framleiðara og besta fløguhúsa. At hon hevði valt fara í sama hatt sum eg á kvøldinum fekk Urd Johannesen at skýra okkum Dupont & Dupont.
Eftirveitslan á Reinsarínum var ikki minnið góð, deilig fólk, frálíkur tónleikur og gott øl. Aftur hetta kvøldið endaði í Sirkus.
Sunnudagurin varð hildin í Gundadali, har HB spældi ein fínan dyst frammanfyri einum fullsettum HB húsið, góður stemningur og gott fótbóltsspæl, og vónin er bjørt í Gundadali.
Tað er deiligt at búgva í fantastisku Føroyum.