Eg havi ummælt í eini 27 ár ella so. Eg geri tað av einari orsøk, og tað er tí, at eg haldi, at tað hevur týdning, at onkur ger tað. Listarfólk skapa list og hava uppiborið seriøsa viðgerð. Eg haldi eisini, at tað er neyðugt fyri at mentanin skal mennast. Ein kritisk viðger er ikki altíð behagilig, men hon er neyðug, og hon ger okkum betri.
Eg eri eisini sannførdur um, at hóast fólk kunnu blíva kedd í løtuni, tá tey fáa eitt kritiskt ummæli, so gongur tað yvir, og eg trúgvi, at tey læra nakað av tí, og gerast betur listarfólk, eisini hóast tað kanska ikki kennist so hjá teimum.
Nógvar afturmeldingar
Eg havi upplivað nógv í míni tíð, deyðshóttanir og harðskapshóttanir umvegis internetið, hóttan send umvegis bræv, og annars nógv rós og nógv rís bæði umvegis Facebook, sms, myspace, msn og hvat tað nú einaferð æt áðrenn tað, men eisini andlit til andlits.
Eg skal ikki klaga, flestu afturmeldingarnar eru jaligar, og fólk eru í stóran mun fitt og góð, sjálvt tey, sum eru ósamd.
Seinastu vikuna havi eg fingið nógvar jaligar afturmeldingar, men eisini nakrar illar, keddar og enntá óbehagiligar. Eg eri ikki sartur, so tað er í lagið. Tað eru tó trý ting, ið eg havi bitið merki í, og sum eg havi hug at hugleiða um.
Orð eru ikki altíð bert orð
Tá vit ummældu lagið Summar hjá Steso, umrøddi eg, at songkvinnan umframt at vera heilt øgiliga útrykksfull, eisini var tað á sama hátt í øllum løgunum higartil, og at man troyttaðist av hesum. Í hesum sambandi brúkti eg hugtakið “at fáa vaml”, fyri meg merkir tað bara, at tað er for nógv av tí góða. Man fær t.d. vaml fyri hjallakøku, sjálvt um fyrsta stykkið smakkar sera væl.
Men eg havi skilt á fólki, at tey hava tikið hetta, sum sera niðurgerandi. Soleiðis var tað ikki meint, og tað má eg so taka til eftirtektar, og biðja um umbering fyri, umframt at velja orðini betri eina aðru ferð.
Konstruktivur kritikkur
Eitt hugtak, ið nógv halda seg til, tá tey finnast at okkum ummælarum, er konstruktivur kritikkur: At man ikki skal kritisera nakað, uttan at hava eina loysn, um hvussu hetta kann gerast betur.
Eg haldi, at hetta er eitt skaðiligt hugtak, ið førir til stagnatión og ryggklappan. Vit hava brúk fyri bersøgnum kritikki, um vit skulu gerast betur. Tað er ikki uppgávan hjá ummælaranum at finna betri loysnir, tað skal listafólki gera. Ummælarin skal viðgera verkið, ikki skapa eina nýggja útgávu av verkinum, tað er uppgávan hjá listafólkinum. Eitt krav um reellan kritik er í ordan, men konstruktivur kritikkur er einki annað enn ein umbering fyri ikki at fyrihalda seg kritiskt. Tað er eisini eitt hent amboð, um man ikki vil taka kritikk til sín.
Eg rindi Kringvarpsgjald
Seinastu nógvu árini havi eg ummælt fyri Kringvarpið, í Kvørnini, í Brunsj og so aftur í Kvørnini. Onkuntíð hevur arbeiðið havt eina samsýning við sær, og onkuntíð ikki. Eg havi tó ongantíð ummælt tí, at eg fekk pening fyri tað.
Eitt sum eg ferð eftir ferð renni meg í, er at fólk, ið kritisera ummælini, siga, at tey gjalda Kringvarpsgjald, og tí hava rætt til at finnast at okkum, enntá at krevja, at vit ikki skulu vera í útvarpinum.
Tíanverri er hesin parturin vaksandi. Eg havi í veitslulag í fleiri førum roynt at sagt við fólk, ið eru aggressiv og áloypandi í sínum atburði, at eg eri í veitslulag, og tí ikki orki at diskutera við tey, ella at eg bara vil hava frið, og um tey ikki kunnu tosa við meg edrú ístaðin. Men tá kemur ferð eftir ferð hendan útsøgnin: “Eg rindi Kringvarpsgjald, og má hoyra uppá teg, so nú skalt tú lurta eftir mær!”
Eg haldi, at hetta er burturvið!
Skal tað, at Kringvarpið rindar mær eina samsýning merkja, at eg skal geva avkall uppá eitt privatlív, og standa til svars fyri fólki 24 tímar um døgnið?
Eg veit ikki, hvat fólk hugsa fyri sær, halda tey, at Kringvarpsgjald gevur teimum rætt, at eiga atgongd til øll sum eru í sendingum í Kringvarpinum 24/7?
Eg lurti fegin, um fólk eru ósamd við mær viðvíkjandi ummælum. Tit eru øll vælkomin at skriva til mín á Facebook, ella ringja til mín í dagtímunum. Eru tit edrú, so skulu tit nokk fáa svar. Tað er ikki víst, at eg verði samdur við tykkum. Tað er ikki víst, at eg havi tíð at práta júst tá, men vit kunnu so avtalað nær vit skulu práta, um ynski er um tað. Men at diskutera við full fólk, tað tími eg ikki.