Størstur er kærleikin

Marianna og Árni

Men størstur er kærleikin – sambandið við tíni medmenniskju er so øgiliga týðandi, tað hevur nærum alt at siga fyri okkum menniskju. Kærleiksgávan, gávan at elska og gávan at verða elskaður, man vera tann størsta gávan, ið vit sum mannaætt hava fingið.

Í hesum heimi, har alt gongur skjótt, har vit brúka og smita burt, har tíðin at fordjúpa seg er minkað burtur í einki, so eru djúpu kærleiksbondini vorðin sjáldsamari. Hesin kærleikin, sum vinnur á dagsins smáu ósemjum, ja, sum vinnur yvir teimum stóru ósemjunum eisini. Pør, ið velja hvørt annað í viðburði og sum ikki loypa frá í mótburði eru færri og færri.

Nógv hevur verið sagt, um hvørt hetta er gott ella ringt. Er tað vert tað, at halda fast í einum forholdi, tá ósemjur eru, tá sjálvrealiseringin kanska haltar, tá kegl fyllir nógv, tá man í einum forelskilsisrúsi er follin fyri onkrum øðrum?

Well, eg skal ikki gera meg klókan uppá hetta, havi fleiri long forhold við børnum aftanfyri meg. Eg  eri skildur og kann staðfesta, at eg hóast eg vildi tað, ikki kláraði at halda fast á forhodlinum við tí djúpa kærleikanum til eitt annað menniskja. Hesum kærleika, ið ger, at tú blívur við óansæð.

Eg dugi eisini at síggja, at hóast tað ikki var eg, ið valdi, at enda mítt hjúnarband, so hevði tað ivaleyst beint fyri mær at verið verandi í tí, so sjálvandi er tað ikki so svart/hvítt, at tað at halda fast í djúpa kærleikanum fyri ein hvønn prís.

Men samstundis, so er tað ótrúliga rørandi at uppliva hendan treytaleysa kærleikan. Síðstu viku, var eg í Danmark, og sat við sjúkraleguna hjá pápa mínum, ið stríðist sítt harðasta stríð í lívinum. Eitt stríð, har flestu menn høvdu givið skarvin yvir. Men ikki pápi mín, hann kempar, sterkur sum ein risi, og við einum vilja, ið fáur maður kann matcha. Við hansara lið seinastu 5-6 vikurnar, hevur mamma siti, sum hon hevur gjørt í væl yvir 50 ár eftirhondini. Tað er eingin ivi um, at hennara umsorgan, og hennara kærleiki eigur ein stóran lut í hansara støðugu styrki.

Í mótburði er tað í løtuni, og tað hevur heldur ikki verið ein dansur á rósum hesi 50 árini. Onkuntíð havi eg eisini spurt tey, tá tey hava keglast mest sum av gomlum vana, hví tíma tit at blíva við? Hví fara tit ikki hvør til sítt?

Tey hava ongantíð veruliga svara, men tá eg nú sá tey saman við sjúkraleguna, so er svarið greitt, tað er ein kærleiki so djúpur, at kegl og annað fjas og fjant ongan týdning hevur. Tí størstur er kærleikin, má ta unnast okkum øllum at uppliva tann djúpa kærleikan til eitt annað menniskja.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *