Í morgun var klumman í Kringvarpinum nokkso politisk spísk, og fall fleiri fólkum fyri bróstið. Eg skal viðganga, at eg var millum teirra, ið setti te’ið í hálsin. Hilmar Jan Hansen, ið vanliga er ein skilagóður blaðmaður, hevði skrivað um burkaforboðið. Eitt forboð, sum í mínari metan er í besta lagið óneyðugt, nokk rættiliga fjollutt og nokk eisini í stríð við altjóða mannarættindi.
Forboð móti brølapum
Fyri ikki at kalla ein spaka fyri ein spaka, hevur man í Danmark (og Føroyum) heldur tosa um maskeringsforboð, og hóast hetta nokk bæði forbjóðar fallhjálmum, brølapum og grýlum, so hava vaksin fólk í fullum álvara umrøtt hetta. Argumentið hevur verið, at man ikki kann forbjóða burka, tí tað er religiøs forfylging, og tí ikki kann lóggevast. Tí má man gera eina lóg, ið umfatar onnur ting eisini. Hetta er beinleiðis tápuligt. Vil man gera religiøsa forfylging, so skal man í minsta lagi standa við tað.
Ósannur pástandur
Hilmar Jan hevur loyvi at hava sína meining, friður verið við tí. Men hann skrivaði tó eitt, ið ikki passar: At hesi sum vildu verja rættin hjá kvinnum at bera burka, vóru tey somu sum ávarað móti krossum og øðrum kristnum symbolum í almenna rúminum.
Hetta passar stutt sagt ikki, tey ið ávarað móti krossum og líknandi eru ikki nógv um okkara leiðir. Men tað er sera kent í eitt nú Fraklandi, har tað nettupp eru somu fólk, sum vilja hava burkaforboð har, ið ávara móti krossum og øðrum.
Men hví skal burka forbjóðast?
Tað eru typiskt tvær orsøkir til at vilja forbjóða burka, onnur ósympatisk og hin sympatisk. Tann mest vanliga orsøkin, er eitt brennandi ynski um at fáa muslimar at fara av landinum, ella í øllum førum gera lívið torført fyri muslimar, ið búgva her.
Hin orsøkin er meira sympastisk, nemmiliga at burka er kvinnukúgan. Burka verður av nógvum familjum kravt, og kvinnan hevur ikki rætt til at avgera sjálv. Hetta er eitt kúgandi element, har kvinnan missur sín seksualitet, og harvið eisini nógv av tí valdi, ið hon hevur á monnum.
Eg eri faktiskt sympatiskur fyri einum burkaforboð. Eg haldi ikki, at átrúnaður skal sleppa at kúga fólk. Undirtrykkjan av seksualiteti, uppliva vit eisini í kristnum samkomum her heima, har ung fáa forboð fyri kynsligari samveru, áðrenn tey eru gift. Hetta at nokta ungdómi nakað so grundleggjandi er í stríð við teirra náttúru.
Tí skilji eg væl tankan um, at eitt burkaforboð kundi verið við til at givið muslimskum kvinnum meira frælsi. Men samstundis mugu vit virða, at fólk hava ein átrúna, og tí kunnu vit illa forbjóða burka’um ella aðrari seksuellari undirtrykkjan, ið er partur av samkomulívinum. Ikki uttan so, at vit fara um eitt mark, ið eg ikki havi hug at fara um.
Er átrúnaður orsøk at loyva misbrotum?
Eg haldi sjálvandi, at átrúnarligir bólkar, ið onkursvegna gera seg inn á onnur, eitt nú við umskering, eiga at verða steðgaðir. Er tað t.d. ein lækni, medisinmaður, imamur ella rabbinari, ið umsker eitt barn, so eigur viðkomandi at fáa eina langa fongsulsrevsing. Men burkakrav og fornoktan av kynslívi, eru ikki heilt í somu kategori.
So at revsa fólk fyri at ganga í burka, tað er í mínari verð at fara ov langt.