Hósdagin 14. juni fari eg at ummæla nýggju fløguna hjá Marius Ziska, Portur. Hetta verður síðsta Kvørnin í hesum sendiárinum, og fyri meg síðsta Kvørnin á hesum sinni. Eg velji nemmiliga at takka fyri meg sum ummælari eftir sendingina. Í øllum førum í eitt tíðarskeið.
Eg havi ummælt nærum út í eitt í 28 ár, eg havi altíð gjørt tað, tí at eg helt tað vera týdningarmikið, og at føroyskum tónleikur hevði uppiborið gjølla viðgerð.
Eg havi ummælt í Jazztíðindum, í Sosialinum, í Dimmalætting, í Norðlýsinum og í Oyggjaskeggja, á portal.fo, pop.fo, planet.fo, á in.fo, á nordlysid.fo, á torsportal.fo og á nudlar.net, í Nærvarpinum í Keypmannahavn, á Rás 2 og ikki minst í Kringvarpinum.
Eg fór fyrstu ferð við í Kvørnina 9. oktober í 2007, tá var Rúni Jákupsson vertur, og her ummældi eg saman við nógvum dugnaligum fólkum í nøkur ár, har ímillum Sunleif Rasmussen, ið gav ein heilt annan vinkul, ofta nokkso teoretiskan, men samspælið milllum lærd og ólærd helt eg rigga væl.
Stutt eftir, at Rúni gavst við Kvørnini, fór eg einsamallur at ummæla í sendingini Brunsj, har ein annar fyrrverandi Kvarnar ummælari, Eyðfinn Jensen nú var vertur. Hetta gjørdu vit, til Kvørnin aftur varð sett á skrá nøkur ár seinni, og síðan tá havi eg ummælt har, saman við nógvum dugnaligum og fittum fólkum, har havi eg hug at taka Kára Jacobsen og Ísak Samleben fram, tí teir veruliga góvu sendingini eina tyngd, tó uttan at gerast óneyðuga torskildir.
Mær hevur dámt væl, og hóast kritikkurin onkuntíð hevur verið harður, og onkrar hóttanir eftir lívinum, og onkur einstøk harðskapsstøða hava verið, so havi eg altíð hildið á við góðum treysti. Eingin idiotur skal sleppa at steðga mær í at gera, eitt arbeiði, ið eg meti hava stóran týdning: Hetta at vísa føroyskum tónleikarum virðing, við at viðgera teirra tónleik seriøst.
Ofta verður sagt, at vit ummælarar eiga at tola kritikk, og tað gera vit sanniliga eisini. Eg haldi eisini, at vit eiga at lurta eftir kritikki, serliga um hann kemur frá vælskikkaðum fólki, ið vit hava virðing fyri. Eg trúgvi fult og fast uppá, at kritikkur ger okkum betri, og vit eiga sjálvandi altíð at royna at gerast dugnaligari.
Ein afturvendandi kritikkur, ið hevur verið at hoyrt, er at okkara panel manglar fakligheit. Dugnaligir og nógv virdir tónleikarar sum Sunleif Rasmussen og Magni Husgaard hava verið millum tey, ið eftirlýsa útbúgving hjá ummælarunum. Hetta eru autoritetar, hvørs orð sjálvandi viga tungt.
Eg vil tó siga, at eg ikki haldi nakað vera galið við mínari fakligheit. 28 ár av ummæling, nokk yvir túsund konsertir innan- og uttanlands, eitt innlit í føroyska tónleikasøgu, ið fáur man taka meg í og kritisk lurtan eftir óteljandi útgávum, er í mínari verð ríkilig fakligheit.
Eg haldi eisini, at fyri breiða lurtaraskarðan havi eg fingið førleika at miðla tónleikin betur enn nøkur skúlagongd kundi givið mær. Eg havi ongantíð ætla at verið eliterur í míni ummæling, men ummæli til vanliga føroyingin.
Men eg má eisini staðfesta, at har tykist at vera komin ein ávísur metaltroyttleiki millum mentanarlívið og meg sum ummælara. Fólk ilskast alsamt meira, og tað tekur fokus frá tí, ið átti at havt týdning, viðgerðin av tónleikinum.
Metaltroyttleikin gongur tó báðar vegir. Eg haldi stutt sagt ikki, at tað er líka stuttligt longur. At mítt arbeiðs- og privatlív fyllur nógv, og ikki letur nógv rúm eftir at ummæla í, spælir sjálvandi eisini inn. Tá eg samstundis veit, at væl skikkaði og dugnalig fólk eru har at føra sendingina víðari, so føli eg, at hetta er tíðspunktið at taka ein steðg.
Kvørnin hevur aðrar dugnaligar ummælarar, og eg vóni eisini, at onkur annar traðkar til nú tað tynnist í ummælarahópinum, gleðiligt hevði verið, um hetta var onkur, ið var teoretiskt sterkur, so eisini tey, ið eftirlýsa tann partin fáa sítt.
Eg havi ongar illusiónir um, at hetta verður mítt síðsta ummæli. Eg fari uttan iva at sakna tað skjótt. og møguliga eri eg skjótur aftur.
Men beint nú, takki eg fyri meg, og ynski tykkum alt tað besta.
Takk fyri tónleikin!
Takk fyri samstarvið, tit sum hava verið vertir og ummælarar!
Takk fyri, at tit sum lurtaðu, lurtaðu við!