12. juni í ár valdi eg at gevast sum ummælari eftir 28 ár. Hugurin var ikki til tað longur. Men eftir eina konsertuppliving, sum hana eg fekk í kvøld, var hugurin aftur har – í øllum førum eina løtu.

Men nei, stúrið ikki, slappið bara av – eg byrji ikki at ummæla aftur nú.
Men kanska eg bara hugleiði eitt sindur her í kvøld, her um árskiftið, hetta er jú tíðin har man hugleiður um tað brátt farna og tað, ið stendur fyri durum.
Bergtekur enn
Eg veit ikki, hvussu ofta eg havi verið á konsert við Høgna Lisberg, tað er heilt óluksáliga ofta, men enn klárar leirvíkingurin at bergtaka. Tað gerst ikki verri av, at hann seinastu árini hevur funnið júst røttu manningina at flyta sín tónleik fram.
Høgni eigur nakrar av bestu føroysku útgávunum. Eg havi í ummælum kallað Haré Haré, Con Man og Call For a Revolution fyri meistaraverk, og báðar fyrstu útgávurnar Morning Dew og Most Beautiful Things vóru góðar útgávur, líka sum føroyska EP’in EP var.
Løgini Bow Down og I See God Through You hava bæðið verið brúkt í sjónvarpsrøðum og telduspølum, og Bow Down, man vera eitt tað mest útbreidda føroyska lagið nakrantíð, eftir at tað var við í spælinum NBA 2K11.
Gev mær eitt eykalag
Eg minnist afturi í 2003, eg var vertur í “15 teimum bestu” í útvarpinum. Trummusláarin í Clickhaze setti seg í samband við meg, hann hevði gjørt eina fløgu, og vildi gjarna hava eitt lag á 15 tær bestu. Eg bað hann koma framvið við eini fløgu, so skuldi eg lurta, um okkurt lag hóskaði seg til hetta. Tá hann kom inn á gólvið, spurdi hann, um lagið fór at koma sum eykalag komandi leygarkvøld? Eg royndi at forklára, at eg líka mátti tjekka góðskuna, og um har var nakað, sum var nóg gott. Hann virkaði heilt ovfarin, at eg yvirhøvur ivaðist í góðskuni.
Well, tá eg hoyrdi fløguna, hoyrdi eg beinanvegin, at hetta var ein sangskrivari við heilt serligum evnum, framleiðsla og ljóðbland vóru eitt sindur so sum so, men gávurnar kundu ikki fornoktast.
Eg haldi, at tað var lagið “When You Get Home”, ið slapp at royna seg sum eykalag í næstu sending, og tað kom eisini inn á listan, eins og fleiri onnur løg av útgávuni.
Í vætu, NASA og biografum
Við hesum var mín áhugi vaktur – og síðan tá, havi eg verið á einum ótali av konsertum hjá Høgna Lisberg. Umframt at eg í fleiri umførum hava gjørt samrøður við hann. Eg kundi nevnt eina frálíka góðveðurskonsert á G!, eina seina kvøld konsert á G! 2009, við eini aðrari trio og eina framúr biografkonsert í Keypmannahavn, eina konsert á Meiarínum í Havn, eina konsert á einum dýggjvátum Roskilde Festivali og ikki minst eina fantastiska framførslu á Atlantic Music Event í NASA í Reykjavík. Allar hesar framførslur vóru sera góðar, eins og nógvar aðrar konsertir, ið eg havi upplivað við Høgna.
Fór kanska ov langt
Men eg minnist eisini eina konsert í Gimle í Roskilde, og eina aðra á G! Festivalinum, báðar í 2005. Hetta var um tað mundið, at onnur útgávan Morning Dew kom út. Bólkurin hevði sera torført við at flyta løgini út á konsertpallin í nøktandi góðsku. Eg minnist, at Jonhard Hammer, ið eg arbeiddi saman við tá, helt meg vera farnan ov langt, tá eg gav ummælinum av konsertini hjá Høgna á G! 2005 yvirskriftina “Høgni Lisberg skuffaði aftur”. Kanska hevði Jonhard grein í sínum máli. Men samstundis so vísir upplivingin í kvøld av onkrum av somu løgum, hesaferð við rætta bólkinum, hvussu rætt eg hevði. Høgni livdi ikki upp til potentialið tá, men sum tað kennist gott at staðfesta, at tað ger hann nú.
Høgni, Knút og Jan Rúni
Ja, sum mín góði vinur, tónleikanørdur og porkerningur Eiler Sørensen segði í kvøld: “Høgni er nógv betri live enn á fløgu”
Tað sigur nógv, tí fløgurnar eru meistaraligar, men eg haldi at Eiler hevur rætt. Henda trioin: Høgni Lisberg við rødd og á kassagittar, ið eisini virkar sum ásláttursljóðføri, Knút Háberg Eysturstein á tangentum og tøkni av ymiskum slag og rødd og so Jan Rúni Poulsen á trummum og ásláttri – er ómetaliga góð. Teir hava allir framúrskarandi góðan smak, og spæla væl, umframt, at teir kennast og rigga saman.
Fyrstu ferð eg hoyrdi teir spæla saman við júst hesum setuppinum var á G! fyri nøkrum árum síðan, haldi eg. Eg hugsaði, at hetta var tað. Endiliga hevði Høgni sett røttu manningina saman. Í Jan Rúna hevur hann funnið ein trummara, ið kann geva tónleikinum tann dynamikk og tað lív, ið hann skal hava, og í Knúti hevur hann funnið gandakallin, ið skapar so stóran part av ljóðmyndini, ikki bert við tangentum og elektroniskum snildum, men eisni við eini rødd, ið gevur løgunum rætta litin.
Knút er eins og Høgni royndur sum frontfigurur, hansara rødd er góð og ljóðar sum eina forsangari, ikki sum ein kórsangari, og tá Høgni sjálvur ofta syngur kórræddirnar á fløgunum og tær ofta virka meira sum dialogur enn sum kór, er tað fantastiskt at kórræddirnar eisini á konsert verða sungnar av eini rødd við forsangara karakteri.
200, nei 300
Tað er torført ikki at draga paralellir til 200, tá man hoyrir trionina Hogni. Her er eisini rokkur, væl spældur tónleikur, politiskir tekstir, uppróp til kollvelting og enntá eyðkendu rópikórini, ið 200 hevur gjørt til sítt vørumerki.
Men hetta er ikki 200, og fyri tey eldru, so er hetta heldur ikki Musketerarnir. Hetta er kanska heldur 300. Skálkabrosið hjá 200 sæðst og hoyrist ikki her. Hetta er ramasti álvari. Tónleikurin er eisini munandi meira fjølbroyttur og ljóðmyndirnar ikki líka einfaldar, her eru fleiri tempo og fleiri løg av tónleiki. Alt sum spælt verður tykist væl umhugsað, og allir partar av ljóðmyndini komponeraðir til at geva løgunum rætta tónan og rætta litin.
Killer in me
Høgni hevur so ræðuliga nógv løg at velja ímillum, tí er torført at seta saman ein lista við 16 løgum, og velja hvørjar darlingar man skal killa, og fyri ein gamlan fjeppara sum meg, koma altíð at mangla nøkur løg. Men samstundis haldi eg, at skráin var góð, og sett saman á rættan hátt, so stemningur bleiv bygdur up.
At byrja við Killer in Me av Call For a Revolution var djarvt, men riggaði væl, intensiteturin var beinanvegin í topp, og ikki minst samspælið millum røddina hjá Knúti og tí hjá Høgna varð servara frá fyrstu løtu. Lagið er sera intenst, hóast tað ikki telist millum tey villastu hjá Høgna.
Guð er í kærleikanum
Tað vóru serlig løg av Call For a Revolution, ið fingu pláss fyrstu løtuna, tí eftir Killer in Me kom frálíka lagið Back Against the Wall, um chilenska protestsangaran Victor Jara, ið bleiv píndur og dripin av herinum. Vit sungu við hesa løtuna “There must be some kind a way out of here”. Síðan kom tittullagið á fløguni, protestsangurin, ið átti at verið slagsangur hjá Anti Wallstreetrørsluni, ið saman við okkum kundu rópt: “Raise Your voices and take what’s yours all you anonymous.”
Fjórða lagið legði kollveltingina til viks eina løtu, vakra lagið I See God Through You, her stóð Høgni á pallinum við einum sera inniligum og vøkrum útrykkið, og sang um at missa trúnna, bert Høgni við kassagittari og Knút á tangentunum. Hetta er ein vøkur kærleiksballada, um at hóast trúgvin á himmalin og einglar er mist, so skilir hann, at guð finnist í kærleikanum millum fólk.
Call For a Revolution er hóast yvir 4 ár á bakið nýggjasta útgávan hjá Høgna, og hon átti ikki færri ein 7 av teimum 16 løgunum, ið Høgni framførdi.
Fantastiska vakurt
Høgni helt fram í friðarliga sporinum við sveimandi balladuni Under Streetlights av Con Man, áðrenn teir aftur leitaðu til Call For a Revolution og spældu Of Fear to Fear, Justice For All og Things You Need to Work Out on Your Own. Tað síðsta av hesum løgum er fantastiska vakurt, ein nærum Anthony and the Johnson kend sveimandi ballada.
Einasta føroyska lagið á skránnið var Fólkið í Sprekkunum av EP, og var hetta við til at byggja stemningin upp til ein meira lívligan og larmandi part av konsertini. Hetta byrjaði við lagnum How High av Haré Haré, eitt lag, ið vaks og gjørdist eitt slag av jam, ið var so vilt, at eina dama, ið sat tætt við okkum okkum, datt av stólinum, so nógv hon klappaði.
Settu lív í
Big Personality, Burstin Bubble og Soul Company allir av Haré Haré fingu veruliga sett lív í Reinsaríið, og vístu hvussu væl hesir triggir Høgni, Knút og Jan Rúni duga at rokka. Hetta eru funky løg, og tú kanst illa annað enn vagga við og syngja við.
Ringt at velja
Tað er løgið at hugsa sær, at fyri 10-13 árum síðan var nógv størsta hittið hjá Høgna, tað kontrikenda Just Dig, men í dag sleppur lagið ikki eingongd upp í part. Heldur ikki nakað lag av fyrstu útgávuni sleppur við, og sjálvt meistaraverkið Con Man fær einans 2 løg við á skránna. Annað av hesum løgum Sea of Mercy slapp at liggja sum ein buffari millum lívligu funkuttu løgini av Haré Haré og endalagið, stóra hittið, ið eisini er av Haré Haré: Bow Down (To no Man). Her var ikki neyðugt hjá Høgna og bólkinum at bukka, tí teir blivu klappaðir skjótt og væl inn aftur, at spæla vakra sveimandi tittullagið av Morning Dew.
Fantastiskt
Hetta var ein fantastisk konsert, við einum fantastiskum solisti, ið hevur funnið júst tann rætta bólkin at spæla við sær. Hetta er synergi, tá hon er best, saman eru teir so ræðuliga nógv meira enn summurin av einstaklingunum.
Umheimurin hevur í ein mun varnast Høgna. Hansara løg eru í sjónvarpsrøðum, og telduspølum, men satt at siga, er tað undarligt, at hesin bólkurin ikki spælir útseld stadion kring USA ella Evropa, tí hetta er í heimsflokki.
