Fólkaflokkurin er sum alkopops

Fólkaflokkurin drívur eitt ótrúliga flott valstríð, flottar lýsingar og bleytir boðskapir. Familjan er í fokus siga tey, í einum filmi, ið er so reinur og penur, at um eg ikki visti betri, so hevði eg hildið tað verið eina lýsing fyri Scientology. 

Seinasta nýggja eru realitysendingar við valevnunum, ið sita og svara spurningum, ið tey ikki kenna frammanundan. Nógvur dentur verður lagdur á, at spurningarnir verða svaraðir erliga. Eg veit ikki, um hetta skal skiljast, sum ein sonevndur disclaimer:

*Fólkaflokkurin ger vart við, at í júst hesi sendingi svara okkara valevni erliga.

Sendingarnar eru ivaleyst fínar, og vit koma inn undir húðina á hesum valevnunum. Eg eri sum marknaðarføringsmaður sera imponeraður. 

Men heilt erligt, Fólkaflokkurin er ikki broyttur innast inni, hóast innpakkningurin er ein annar. Hetta er enn flokkurin, sum virkar fyri tey fáu. Hetta er flokkurin, ið skal tryggja, at nakrar heilt fáar hendur hava alt økonomiska valdið í landinum. Flokkurin sum gevur meira til tey, ið hava nógv, og skerð inn á bein hjá teimum, ið ikki hava nokk.

Hugsjónin um, at tá tað regnar á prestin, so dryppar tað á degnin, og av honum niður á altardreingin og so víðari, er ikki heilt burturvið, men tá prestur hevur bygt eina takarennu, ið gongur beint niður til Hollands, so er ikki nógvir dropar eftir til altardreingin, klokkaran og gravaran. 

Eg kann ikki lata vera við at hugsa um, at Fólkaflokkurin í hesum valstríðnum er eitt sindur, sum hesar sonevndu alkopops. Brennivín latið í pakkning sum bomm, sær søtt og ófarligt út og smakkar eisini søtt og ófarligt. Eitt nú Bacardi Breezer, Smirnoff Ice og annað líknandi. 

Man drekkur tað uttan at vita, at tað er skítfarligt, og áðrenn man veit av liggur man og spýr tarmanar úr sær. 

Man átti jú at vita tað, hugsar man dagin eftir, tí man hevur jú bæði roynt Bacardi og Smirnoff áður, og tá var støðan tann sama.

Aja, tað sær út í øllum veljarakanningum, sum um kampanjan hjá Fólkaflokkinum riggar væl, man fær valuta fyri pengarnar. 

Vónandi verða timburmennirnir ikki so øgiligir, sum eg ræðist fyri.