Morgunin í morgun bar sorgarboð. Vinmaðurin Kaj Klein er farin frá okkum. Hann er farin úr maskinrúminum uppá brúnna fyri at jamma við Karl Anton, Jimmy Hendrix, Leonard Cohen og øllum hinum.
Minningarorð
Tað er bert hálvur annar mánaði síðan, at Elin ringdi til mín, og segði mær, at Kaj var sjúkur. Tað ein skelkur, men boðini komu saman við boðunum, um, at Kaj ikki visti, at hon hevði fortalt mær hetta, og at hon ikki var vís í, at hann vildi hava, at hon segði fólki frá. Tí bíðaði eg nakrar dagar, og sendi honum so eini boð á Messenger, har okkara samskifti hevur verið tey seinastu nógvu árini. Men tað vardi meg ikki, at støðan var so ring, og at tað fór at ganga so skjótt.
Eg møtti fyrstu ferð útisetavestmenningunum Kaj og Karl Anton, tá Plastnoist spældi í Føroyum í 1992 ella 1993. Teir vóru á eini minitour, ið minnist meg rætt taldi tríggjar konsertir í Havn, eina í gongugøtuni undir hálvtekjuni í Handilskjarnanum, eina í SMS og eina í Bládýpinum og onkra á bygd eisini. Eg fór til allar tríggjar konsertirnar í Havn, tí hesir beiggjarnir og teirra bólkur fasineraðu meg.
Tað bleiv til eitt vinalag við Karl Anton, ið eins og eg hevði eina sera stóra passión fyri føroyskum tónleiki.
Tað var tó ikki fyrr enn seinni í nítiárunum, at eg veruliga kom at kenna Kaj gjøgnum Niels Arge Galán. Vit vóru á konsert saman á 5 Øren á Amager, eg haldi kanska, at Deep Purple spældi, ein deiliga hugnaligur dagur, har eg innsá, hvussu fitt menniskja Kaj var.
Seinni sluppu vit at venja við MC-Hár í upptøkuhølinum hjá Kaj í Århus, tá vit skuldu spæla á Spot Festivalinum í Århus í 1999.

Eftir, at Karl Anton doyði gjørdist tilknýti til Kaj enn tættari, og eg man hava verið til flest allar konsertir hjá honum í Føroyum seinastu 15 árini ella so. Ikki bert tí, at vit vóru vinmenn, men tí at Kaj í mínari metan er ein av Føroya allar størstu sangskrivarum. Fløgurnar “Úr Maskinrúminum” og “Í andglettinum” eru báðar í mínari metan meistarverk. Tað hevur ofta undra meg, hví sangir sum “Pallas Pengar”, “Sigi sum er”, “Sawyer” og aðrir ikki hava fingið størri rúmd í føroyskum útvarpi.
Kaj var sum sangskrivari serstakliga fólksligur, ja, faktiskt næstan bygdasligur, men als ikki á ein kiksaðan máta, tí Kaj var so ólukksáliga kul, at hann sjálvt dugdi at vera bygdasligur uppá tann kulasta mátan.
Eg havi savnað nøkur av bestu løgunum á hesum playlistanum.
Eg minnist nógvar ótrúliga góðar konsertir, og ein av teimum heilt góðu, var tá eg og Niels fóru til Nólsoyar eitt sunnukvøld í januar í ár, at lurta eftir Kaj Klein and The Force Majeures, ið spældu nøkur av bestu løgunum hjá Kaj og Karl Anton.
Ein fantastisk konsert og eitt festligt og váttligt kvøld fyri meg og Niels, ja, satt at siga kendist tað mest sum ein partur av sanginum “Pallasa pengar” tað einu løtuna. Men sum Kaj segði nakrar dagar seinni, “Tað var bara gevaldigt, haldi eg”, og tað var nettupp gevaldigt. Kaj var gevaldigur.
Fantastiski Terji Rasmussen hevur skjalfest konsertina á film, og vit kunnu tí uppliva ella enduruppliva part av henni á Youtube.
Man kann ikki tosa um Kaj, uttan eisini at tosa um Elina, og eg kann ikki ímynda mær, hvussu tú hevur tað Elin. Tit hoyrdu saman, og nú er annar parturin farin frá okkum. Eg hugsi um teg, og øll tykkum í familjuni. Eg vóni, at tíðin fer at lekja sárini, so frætt, at gleðin um minnini fyllir meira enn saknurin.
Eg gjørdi eina samrøðu við Kaj til Sosialin í januar 2014, tá vóru fleiri fløguætlanir á skránni, og hann hevði longu fleiri enn 50 sangir klárar, men avleiðingarnar av ferðsluóhappinum, ið hann hevði verið fyri, vóru ein stór forðing. Men bæði árræði og ætlanir vóru stórar. Tíanverri eru hesar tó ikki komnar út.
Sjálvt um eg sjálvandi syrgi um Kaj, so kann eg ikki annað enn fegnast, um tað fantastisku lagaskjáttu, ið hann legði eftir sær. Her koyrir mín playlisti á repeat og eg má smíla, tá eg hoyri hesa røddina, saman við hansara gittarspæli, kórrøddini hjá Mariu Guttesen og hammond spælinum hjá Palla Hjort, hetta er lívsjáttandi tónleikur.
Verðin er munandi fátækari, nú djúpa røddin úr Vestmanna/Toustrup Mark er tagnað.