Veruligar loysnir takk

Nú ein politikari aftur gevur okkum síni boð uppá, hvussu “rúsevnistrupuleikin” skal loysast, so má eg tíanverri endurtaka meg.

Tí jú, vit hava absolutt ein rúsevnistrupuleika, men sjónarmiðið á, hvør trupuleikin er, er tíanverri, sum rúsevnispolitikkur hevur verið í meira enn hundra ár. Sjálvt í londum sum USA, har man hevur havt alvápnaði herlið at verja landamørkini, hevur hesin leistur einki hjálpt.

Trupulleikin er ikki rúsevnisnýtsla, men rúsevnismisnýtsla. Harumframt eru vandamiklu rúsevnisblandingarnar ein stórur trupulleiki. Eisini hevur verandi rúsevnispolitikkur skapt eina g´róðrarbotn fyri nøkrum heilt hol í høvdið vandamiklum rúsevnum, ið bert yvirliva í einum forboðs klima.

Fólk keypa rúsevni, frá fólki, ið aldeilis ikki eru kompetent at selja ella fyri sovítt keypa rúsevni. Ofta eru “skitin” rúsevni í umferð. Tað merkir, at okkurt ov sterkt ella ov illa blandað verður selt, sum okkurt, ið tað ikki er, úrslitið er deyðir ungdómar, ið bara ætlaðu at stuttleika sær eina løtu.

Eisini er ein trupuleiki rúsevni, ið eru so vandamikil og oyðileggjandi, at tey bert yvirliva, tí fólk ikki hava ráð til annað, man kann nevna Krokodile, ið gera stóran skaða á brúkaran. Hetta hevði als ikki komið uppá tal, um veikari og minni skaðilig rúsevni vóru atkomilig.

Rúsevni eru ov stórt álvarsmál, til at lata tey kriminellu taka sær av teimum. Øll vita, at rúsevni fara at verða brúkt, løgreglan kann kanna fólk, handtaka fólk, ræða fólk, kropsvisitera fólk og fæ, í klæðum og endatarmum, men óansæð verður altíð møguligt at ogna sær rúsevni. Hetta sigur søgan okkum, og forboð hevur ongantíð riggað.

Sjálvt í fongslum, sum hava múrar við píkatráði og vápnaðum vaktum og yvirvakingartólum, sleppa rúsevni í stórum mongdum inn. Tá tað ikki riggar í einum so væl kontroleraðum og avmarkaðum øki, sum einum fongsli, hvussu skulu vit so klára at basa rúsevnanýtsluni í øllum samfelagnum?.

Vilja vit veruliga sum samfelag góðtaka, at okkara ungu fólk vera sett í so stóran óneyðugan vanda, tá loysnin er so einføld. Lat kompetentar myndugleikar taka sær av søluni av rúsevnum. Selji tað í rúsevnishandlum, á sama hátt sum rúsdrekka verður selt í Rúsuni í Føroyum. Legg avgjøld á tey, á sama hátt sum við rúsdrekka.

Okkara fólkavaldu mugu gera tað, ið neyðugt er. At legalisera og stýra útbreiðsluni av rúsevnum,.

Eg fari at enda við nøkrum argumentum fyri, at legalisera øll rúsevni, og so mugu vit vóna, at rationellu argumentini fer at stýra avgerðunum hjá okkara fólkavaldu:

– Eyka inntøkan av avgjøldum á rúsevni, fer at geva somikið nógv til landskassan, at tit kunnu seta skattin uppaftur meira niður, hetta er enn eitt alternativ til inntøkuskattin, ið fólk báðumegin miðjuna hava leitað eftir.

– Við at skipa søluna fáa vit yvirblikk yvir nýtsluna.

– Meðan nýtslan møguliga veksur av legalisering, so bendur alt á at misnýtslan minkar.

– Krøv kunnu setast til góðskuna og skaðiligheitina av rúsevnunum.

– Fíggjarliga grundarlagið hjá teimum kriminellu hvørvur.

– Vit sleppa undan at seta okkara ungu fólk í fongsul, og spara útreiðslur til hetta.

– Forboð í 100 ár hevur ikki riggað, so tað man neyvan fara at rigga nú

– Rúsevni eru ov stórt álvarsmál til at lata tey kriminellu taka sær av tí