Kanska mest irriterandi konsert, ið eg havi verið á, tað er kenslan, ið eg siti við eftir at hava upplivað Quinquis og Yann Tiersen í Sirkus í gjárkvøldið.
Hetta var absolutt ikki versta konsertin, ið eg havi upplivað og hæddarpunktini vóru høg. Heldur er tað kenslan av, at hetta kundi havt verið so nógv betri, ið ger tað so irriterandi, ja, faktiskt fucking irriterandi.
Á G!Festivalinum var kirkjukonsertin hjá Yann Tiersen samstundis sum Bríet spældi á sandinum. Tí bleiv íslendska fjøllistakvinnan tikin framum (og leveraði eina framúr konsert). Men øll tosaðu um Tiersen konsertina í kirkjuni.
Tá eg sá, at Tiersen skuldi spæla í Sirkus, var eg skjótur oman at keypa atgongumerki, sum skilst varð konsertin útseld eftir einum tíma. Hetta er ikki so løgið, eftir søgurnar um hvussu frálík kirkjukonsertin var.
Kunngjørt var, at Quinquis eisini spældi, Quinquis er listarliga navnið hjá konu Yann, Émilie Tiersen.
Eg havi lurta nakað eftir hennara tónleiki, men burtursæð frá mesta spælda lagnum Adkrog, hevur hon ikki sagt mær nakað stórvegis.
Quinquis hevur eitt virðingarvert og áhugavert málsligt projekt, ið snýr seg um at fáa lív aftur í bretanska málið, men tónleikaliga er stutt sagt nokkso fitt eftir á mál.
Hennara tónleikur er sera listarligur (í mangul av betri orðum) og arbeiðir við friðarligum ljóðuniversum, meditativt ofta, og í mínari metan rættiliga óáhugavert. Góði lesari her kemur yvirskriftin inn: There is a time, there is a place.
Eitt tílíkt friðarligt univers riggar illa inni í eini barr, enn verri í eini barr, har fólk mugu sita í trappuni og onnur standa,(tá skulu konsertir helst ikki vera yvir ein tíma) og fyri at vera heilt erligur, so riggaði tað als ikki í eini barr, har ein bólkur av sera larmandi monnum tømdu nógvar øl í niðastu hædd, og samsvarandi nógvar bløðrur á ovastu hædd.
Larmurin av niðaru hæddini var konstantur og órógvaði møguleikan hjá okkum, ið sótu í aftara endanum av rúminum fyri at fáa nakra meditativa innliving í tónaheimin, trafikkurin upp og niður gjøgnum trappurnar gjørdi tað hopleyst.
At tónleikurin var so løgin, at man ivaðist í hvat var tilvitað og hvat var ótilvita, gjørdi tað ikki betri. Sum ein segði utanfyri í pausuni: “Hetta er so sneditt, at eg ikki veit, um tað er við vilja, at hon syngur í eini øðrum tóna enn hon spælir”
Tey allarflestu í Sirkus vóru komin fyri at lurta eftir Yann Tiersen, men hetta forðaði ikki Quinquis at spæla í næstan ein tíma, hetta er bæði for langt til hølið, til høvið og til hennara evnir.
Eftir ein stuttan steðg fór Yann Tiersen á pall, og her hækkaði støðið markant.
Hann er knasandi dugnaligur og spældi løg sjálvur og saman við konuni, Jens L. Thomsen, Ólavi Jákupssyni og Kára Sverrissyni.
Heilt einastandandi gott, og lagið “Hon leitar” hjá Orku, fekk eina heilt nýggja dimensión í mínum hugaheimi. Jens L. Thomsen er eins og Tiersen eitt unikum, og saman vóru teir framúr. Men hæddarpunktini vóru fleiri, ikki minst endin, tá Yann Tiersen veruliga gekk amokk við nógva elektronikkinum.
Eg má nevna teir báðar Kára Sverrisson og Ólav Jákupsson, tað er heilt fantastiskt, at vit eiga tílíkar røddir, so fantastiskir sangarar báðir.
Onkur hevði enntá latið hurðina aftur til larmin niðrið undir, og nú skuldi alt verið so gott!
Men nei, Tiersen hjúnini høvdu tikið børnini við. Tey vóru saman við barnagentuni á ovastu hædd í Sirkus, so tá tey byrjaðu at gerast ótolin, tí hetta tók so langa tíð, so valdi barnagentan at tendra fyri teknifilmi – við ljóðinum fulldrøn frá, hatta gjørdist sostatt eitt nýtt konstant óljóð alla konsertina. Her noyðist eg at venda aftur til yvirskriftina: There is a time, there is a place.
Eg ivist ikki í, at tey sum sótu innast fingu eina góða konsertuppliving, ikki minst seinna tíman, men har eg sat, var tað fucking irriterandi.