Verið góð við hvør annan, og lúgvið minni

 

Eg veit væl, at eg skal vera varin, tá eg úttali meg um ógvisliga ágangin og nógvu lygnirnar, ið ávísir ekstremir bólkar í hesum døgum spjaða um Faroe Islands Film Festival og Norðurlandahúsið.

 

Unnusta mín er sum flest øll vita, stjóri í NLH, og tí er hetta alt dekan ov nær.

 

Samstundis havi eg í yvir 20 ár støðugt úttala meg um rættindini hjá samkyndum, og tað neyðuga stríðið, ið hevur verið fyri hesum rættindum. Eg havi eisini støðugt tala  ímóti teimum kreftum, ið við lygnum, ófantaligheitum og ræðumyndum hava gjørt tað, til sítt mál í lívinum, at onnur ikki skulu kunna liva, sum tey eru fødd.

 

Eisini trúgvi eg heilhjarta uppá eina fría mentan, og hetta at samstarva um mentan yvir landamørk. Norðurlandahúsið hevur frá barnsbeini verið við til at menta meg, gjørt meg tann eg eri, og víðka mín mentanarliga sjónarring. Hetta húsið hevur ikki so sjáldan lagt pall til mín, bæði sum tónleikara, rithøvund og viðmerkjara seinastu 30 árini. Tí meti eg meg hava rætt til at úttala meg.

 

Tað kann ikki vera rætt, at eg nú skal sensurera meg, tá lygnirnar eru verri og ljótari enn nakrantíð.

 

Men fyri at gera tað heilt greitt, so úttali eg meg vegna meg sjálvan, og ikki vegna unnustu mína ella hennara arbeiðspláss.

 

Hetta er mín demokratiski rættur, og í hesum døgum, har sjálvt fólk, ið eg taki fyri fult, blíva lumpaði av lygnunum hjá Heidi M. Johansen, Steffan Klein Poulsen og øðrum, og rætt og slætt endurgeva tær sum sannleikar, so er hetta eisini mín demokratiska skylda.

 

Nú Miðflokkurin vil melda Føroyar úr Norðurlondum, tí Norðurlond (íroknað Føroyar) hótta rættin hjá Miðflokkinum at sensurera tey, ið Miðflokkurin ikki metur umboða “røttu” virðini, so mugu øll hampafólk standa saman og tala at.

 

Góðu miðflokkafólk, tit og tykkara skutilssveinar m/k prógva við verandi herferð, hvussu neyðugt tað arbeiði er, ið LGBT ger.

 

Alt prát um, at LGBT er ov sjónligt, og um at “tey” longu hava fingið so nógv rættindi, og hví tey nýtast at vera so sjónlig, kann nú tagna, herferðin hjá tykkum vísir, at hetta stríðið als ikki er vunnið enn.

 

Tit prógva eisini við tykkara gerum týdningin av FIMFF og tí arbeiði fyri tolsemi, ið festivalurin leggur fyri dagin.

 

Tað undrar meg hvussu lítið 8. boð: “Tú skalt ikki bera rangan vitnisburð” hevur at siga fyri tykkum.

 

Tit lúgva so tað drívur úr tykkum, hóast hetta er synd.

 

Hetta upplivdu vit í heilt ekstrema grad í ljóta skrivinum hjá Heidi M. Johansen, og vit upplivdu tað aftur í gjár, tá Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum, fyri opnari mikrofon leyg um FIMFF. Umframt vanligu lygnirnar um, pástóð hann eisini at skúlar vóru bodnir til drag show, hóast hann væl veit, at hetta ikki er so.

 

Skúlaprogrammið snýr seg um haturstalu, næmingar hoyra m.a. frá eini ungari kvinnu við myrkari húð, ið greiður frá, um tað at vera myrk í einum sera hvítum samfelagi. Hvussu hon hevur verið fyri rasismu og hvussu tað kennist.

Ein tvørkyndur maður, ið er uppvaksin í eini muslimskari familju í Gellerupparken í Århus, greiður frá um sín uppvøkstur, og eitt umboð fyri LGBT Føroyar tosar um haturstalu, ið føroyskir LGBT’arar uppliva.

 

Alt tiltøk, ið vit øll hava gott av at hoyra, og sum vónandi ger at næsta ættarlið verður betur enn tað, sum vit uppliva frá vaksnum fólki í hesum døgum.

 

Eg undrist, hvussu kann tað vera, at eitt av teimum 10 boðunum, kann brótast uttan nakað problem, meðan samkyndleiki gersta størsta synd í heiminum?

 

Tey 10 boðini eru grunnleggjandi, har eru sku ikki so nógv at diskutera, um man er Bíbliutrúgvur. Samkyndleiki er harafturímóti eins og nógv annað í Bíbliuni nakað, ið verður nevnt perifert, og sum í nógv størri mun enn tey 10 boðini kann tulkast fyri og ímóti.

 

Har er nógv í Bíbliuni, ið kann tulkast, eitt nú haldi eg, (Hetta eru ikki mínar meiningar, men ting eg havi lisið í Bíbliuni) at Bíblian sigur, at kvinnur við mánasjúku skulu út um bøgarðin, at dreingir, ið hava vátar dreymar eru óreinir, at vit ikki mugu eta svínakjøt (eg elski bacon), at vit ikki mugu taka ímóti blóði, at vit ikki mugu blanda ymisk matsløg á sama tallerki, at næstrakærleikin er tað týdningarmiklasta, og at vit ikki skulu døma hvør annan.

 

Hesi bæði síðstu, royni eg eg at liva eftir, eftir besta førimuni. Annað, giti eg, mest sannlíkt man hava snýkt seg inn í Bíbliuna, tí tann, ið skrivaði hetta hevði hesa meining ella agenda. Eg lærdi eitt nú á Zarepta, at Bíblian var skrivað í Miðeystri, og har vóru nógvir trupulleikar við sjúku, ið komst av at svínakjøt ikki varð rætt handfari í nógva hitanum, og at hetta tí ivaleyst var orsøkin itl, at tað forboðið var komið í Bíbliuna. Ein pragmatisk forkláring, ið gav meining fyri 14 ára gamla Niels Una, ið sostatt jaglaði víðari uppá baconpettið.

 

So Miðflokkur, Heidi og hini, roynið at seta næstrakærleikan á skrá, roynið at lúgva minni, minnist til at vera góð við tykkara medmenniskju, eisini, tey, ið tit ikki eru samd við, og vælsignaðu farið á tiltøkini hjá FIMFF, eingin hevur meira tørv á teimum enn júst tit.