Takk fyri sangirnar Hanus

Tá ein rødd tagnar nemur tað altíð tey, ið eru uttanum røddina, familju, vinir, kenningar og onnur.

Men tá ein stór rødd tagnar nemur tað okkum øll.

Tá nú kanska størsta manliga sangrøddin, ið vit hava havt, er tagna, so kennist tað faktiskt sum endin á onkrum stórum.

Míni fyrstu minni um røddina hjá Hanusi vóru frá Ommu Ludvík (1983) og Hundinum brúna (1984). Tað var serliga Omma Ludvík, ið gjørdist ein landaplága av teimum allar størstu, og veruliga brendi hesa serligu røddina inn á føroysku tilvitskuna. 

Longu tá sóust serligu gandakendur evnini at fortelja søgur og bergtaka við sínum sangi, ið føroyingar hava elska Hanus fyri seinastu 40 árini.

Eg sjálvur eri seinni farin at elska sangin Gríma av Nósa plátuni, ið er ein gloymd perla frá hesum tónlistarliga gandakalli. 

Mítt næsta sterka minni um hesa røddina, er frammanfyri sjónvarpsskíggjan, har eg og mamma mín sótu og hugdu at konsert við Hanus úr Klingruni í Norðurlandahúsinum einaferð seint í 80’unum, har Hanus sang Poul F. 

Hansara gandur strálaði úr sjónvarpinum og bergtók okkum.

Man vónar altíð, at ein tónleikari dugir, at koma útum pallkantin, men her kom hann allan vegin útum sjónvarpsskíggjan. 

Eg gjørdist stórur fjeppari í somu løtu og eri tað enn.

Eg hugdi dúgliga eftir VHS upptøkuni av hesi konsertini. Eg byrjaði eisini so smátt at ganga á konsert um hetta mundið, og tá Hanus javnan spældi konsertir í Bládýpinum í Havn, so var eg fastur gestur og onkuntíð kom eisini mamma við. 

Við plátuni “Gaman og álvara” legði Hanus veruliga sjógv millum seg og hinar føroysku trubadurarnar. Hetta var eitt sovorðið vælaverk, at nærum hvør einasti sangur gjørdist fólkaogn. 

Í samrøðu, ið eg gjørdi við Hanus í 1993, í sambandi við mína høvuðsuppgávu í føroyskum á Handilsskúlanum, greiddi Hanus frá, at hann als ikki tók undir við at spæla inn tónleik, tí tónleikur skal upplivast í framførslu. Hetta segði hann, hóast hann sat við eini LP, ið mundi hava ein tann dýrasta framleiðslukostna, ið nøkur føroysk pláta hevði havt tá. 

Ritgerðin kann lesast í Varðanum nummar 61. frá 1994, frá blaðsíðu 258. 

Hóast Hanus ferð eftir ferð sjálvur hevur víst, hvussu stórt mentarligt virði ein útgáva kann hava, ikki minst Gaman og álvara, So skal man bert hava verið til eina framførslu við hesum meistarliga søgusigara og trubaduri, fyri at skilja, at hann hevur eitt sindur av grein í sínum máli. 

Tí Hanus live var nakað heilt einastandandi. Eg minnist hópin av konsertum gjøgnum árini, an, oftast einsamallur, men eisini við bólki. 

Mátin sum Hanus megnaði at trøllabinda eina fjøld, óansæð um talan var um føroyingar ella útlendingar, var ótrúlig. Hóast hann sang á føroyskum, so tók han sær tíð at greiða útlendingum frá, á teirra máli, um hvat sangurin snúði seg um. Hetta gjørdi, at tey bergtikin tey tyktust at skilja, alt, ið hann sang, meðan tey vórðu drigin av hesi ómetaliga stóru røddini. 

Sum fjeppari havi eg hoyrt Hanus í nógvum høpum, og ofta vóru onkrir nýggir sangir. Tí var tað fantastiskt, at Hanus eftir nógv ár av útgávuturki, um aldarskiftið aftur byrjaði at geva tónleik út. Fyrst Bouquet, ið hann gav út saman við Aldubáruni, tá Hann gjørdist hálvthundra, síðan aftur saman við Aldubáruni, norsku plátuna “frå leddigen” í sambandi við 100 ára dagin hjá norska yrkjaranum Jakob Sande.

Í 2010, tá Hanus fylti 60 ár, komu ikki færri enn tvær útgávur, fyrst EP’in “Eitt blað eg á kann skriva”, har hann saman við Jens L. Thomsen tulkar yrkingar hjá Hans Jacob Glerfoss, og síðan Hørpuspælarin, har hann aftur kavar niður í yrkingaskattin hjá Poul F. Joensen. Tvey ár seinni kom “Á fold eru túsund guðar”, ið aftur dokumenteraði løg hjá Hanusi, ið vóru gjørd til yrkingar hjá Poul F. Joensen. 

Tíanverri er “Bouquet” einasta pláta hjá Hanusi, ið er tøk á online stroymingartænastum. Hetta er stórt spell, nú vit ikki longur sleppa at uppliva konsertir við Hanusi. Tí hóast Hanus hevði rætt í síni niðurstøðu um, at tónleikur er betri, tá hann verður upplivdur live, so er Hanus á plátu, munandi betri enn tey allar flestu eru live. 

At bert Gaman og Álvara er tøk á vinyl, ger heldur ikki støðuna betri, tí fløgan er eitt farandi format.

Nýggjaru Poul F. Joensen pláturnar komu í lag, tá Hanus ein dag datt inn á gólvið í Studio Bloch, og nevndi nógvu óútgivnu løgini, ið hann hevði, fyri Jonas Bloch. Tað tók ikki meira enn 14 dagar, so høvdu Jónas  og Mikael Blak sett saman ein bólk, og skipað fyri trimum útseldum konsertum við Hanusi í Sjónleikarhúsinum í Havn, og eitt hálvt ár seinni var Hørpuspælarin útgivin. 

Eg ummældi Hørpuspælaran í 2010, ummælið kann lesast her.

 

Hanus segði í samrøðu við Una Leitistein Hansen í 2010, áðrenn upptøkurnar til Hørpuspælaran vóru gjørdar, at hann hevði í øllum førum 250 løg við teksti liggjandi, harav 70 við yrkingum hjá Poul F.  Á teimum trimum plátunum frá 2010-12, komu 27 av hesum løgum út. 

Síðan samrøðuna, livdi Hanus 15 ár, og tað er nokk eingin ivi um, at nógv onnur løg eru lagst afturat hesa tíðina. 

Eg havi hug at geva Una Leitistein Hansen rætt í, at Hanus átti at verið á fíggjarlógini, soleiðis at hann kundi havt brúkt tíðina uppá at dokumentera alt hetta gullið, ið hann hevði liggjandi, nú hann fór um sýn. Óansæð um hann var fyri upptøkum ella ikki. 

Takk fyri gandin, takk fyri allar ferðirnar eg slapp at uppliva teg á konsert, takk fyri teg Hanus. 

Her eru nøkur av ummælunum, ið eg havi gjørt av Hanusi: 

https://nudlar.net/2013/07/10/hanus-nemur-hjartastreingir/

https://nudlar.net/2010/08/06/hanus-i-festivalhyri/

https://nudlar.net/2011/08/05/eitt-sindur-av-endurnygging-men-ikki-nokk/

https://nudlar.net/2007/08/20/og-lotan-hin-signada-rika/