Skeivur bergtók, flutti mørk, rørdi, skakaði og gav okkum mest av øllum hálvan annan tíma av nýskrivaðari, slóðbrótandi og nýskapandi leiklist á føroyskum gerandismáli, um veruligt ungdómslív í Føroyum.
Mítt gegni leggja vit beint á blik: Sonur mín Marius spælir høvuðsleiklutin, sum Mark, ein ungur maður við nógvum at stríðast við, og enn meira fortrongdum.
Hetta gjørdi hann eins og øll hini meira ella minni óroyndu ungu sera væl.
Ikki minst væl stuðlaði av Hjálmari Dam, ið kanska spældi sín lívs leiklut, sum Sámal, ein eldri maður við fullari pengamappu, giftiringi og eini bukandi greði. Og ungu nyútbúnu sjónleikarkvinnuni Óluvu Heidiardóttir Tvørfoss, ið støðugt lyfti komisku byrðuna í hesi svørtu komediu.
Leikurin er eitt must fyri øll, ið eru góð við leiklist, tey sum bara vilja uppliva góða list ella tey sum halda, at ungdómslív er áhugavert.
Leikurin varð lýstur, sum ein interaktiv uppliving, og tað er hann, eg bæði dansaði, drakk øl og alt møguligt annað.
Men tey, sum bara hava hug til at hyggja uttan at luttaka, kunnu trekkja seg út til síðurnar og bara hyggja. Tað er einki problem. Men um man hevur hug til at dansa við á dansigólvinum í Luux, so kann tað viðmælast.
Eg elski sjónleik, hetta er ein listagrein, ið hevur eginleikan at veruliga kunna flyta mørk, skapa kjak, og bróta tabu.
Tjóðpallurin og eisini Gríma áðrenn hann, hevði ofta tann leiklutin fyrr.
Eitur nakað land Weekend, setti sálarsjúku á breddan langt áðrenn tað var nakað, ið man tosaði um, og tað enn æt, at man var endaður hjá Árna.
Vit minnast øll Ginusøgur, og hvussu tann leikurin flutti mørk her í Føroyum.
Tey mest konservativu stunaðu og gramdu seg.
Onkur politikari vildi hava Tjóðpallin av fíggjarlógini, og tað knirkaði í konservativum knøum.
Vit hava serliga á fríyrkisøkinum upplivað stóra og avbjóðandi list seinastu árini, men við Skeivur meldar Tjóðpallurin seg aftur á banan.
Farið, latið tykkum íblásast, prikast, øsast og rørast, tað er gott fyri blóðrenslið og sálarheilsuna.
