Duga fólk ikki fólkaskikk?

Eg minnist fyri nøkrum árum síðan á  matstovuni Gandhi í Reykjavík. Har vóru ikki nógvir gestir í hølunum, bert eg, Gunn og so eitt eldri par við eitt annað borð. Men eldra konan bleiv við at spæla Youtube videoir við ljóðinum tendraðum og ivrigt vísa manninum, hvussu stuttligar tær vóru.

Eg undraðist, tí vit hava havst at okkara ungdómi fyri tílíka ljóðdálkan, roynt at greitt frá, at man skal brúka smátalarar, so ikki øll onnur vóru órógvaði. Men har sat eitt eldri par á eini góðari matstovu og uttan nakað altlit til onnur forpestaðu okkum máltíðina við sínum larmi.

Nakrar vikur seinni gingu vit inni í Colorama og keyptu ymiskt upp til høgtíðina; ein jólakalendara frá Chili Claus, onkran vasa ella ljósastaka,  okkurt pynt, og ymiskt annað stuttligt, ið tey hava har. Men alla løtuna meðan vit gingu har, gekk ein miðaldrandi kvinna og hugdi at vørum, meðan hon tosaði eina persónliga samrøðu við onkran, ið vit ikki sóu, men sum allur handilin hoyrdi.

Eg undraðist aftur, mundi hin vita av, at øll inni í Colorama hoyrdu um hennara avbjóðingar við mammu síni og um læknavitjanina, ið hon skuldi til?

Eg undraðist eisini á, um hetta mundi vera á veg til at blíva ein trendur? Men eg bilti mær inn, at hendan við telefonini í handlinum, mundi vera óvanliga illa uppdrigin ella hava staðið aftarliga í bíðirøðini, tá vitið bleiv deilt út. Ella um hon bara als ikki hugsaði um onnur enn seg sjálva?

Síðan tá, er tílíkur atburður spakuliga vorðin alsamt meira vanligur. Ja, nú gongur ikki dagur uttan, at eg møti onkrum, ið gongur við hátalaranum tendraðum á telefonini. Tað er á gøtunum, í handlum, á matstovum, stutt sagt í øllum sosialum samanhangum.

Her heima skeldi eg enn børnini, tá tey gera tað, biði tey sleppa sær inn í kamarið ella fáa sær smátalarar.. Men tað er trupult, tá so óluksáliga nógv onnur gera tað. Sjálvt at síggja til fornuftig menniskju.

Ja, eg havi enntá upplivað, at fólk gera tað, til mentanartiltøk og í arbeiðsstøðum.

Hvat feilar fólki? Hvat fær fólk at halda, at tílíkur larmur og enntá tílíkar privatar samrøður skulu deilast við øll?

Well, eg plagi at hyggja illur at fólki, og kenni eg tey, so biði eg tey gevast.

Duga fólk ikki longur fólkaskikk, ella er hetta tann kollektiva býttleikagerðin, ið vit eru ávaraði ímóti?

Tað tykist, sum um fólk ikki duga at uppføra seg longur.

Tí er kanska neyðugt, at handlar, matstovur og onnur taka konsekvensin, skelta, tala at og hjálpa við at læra fólk at uppføra seg aftur, annars verður endin galin!

Er onkur, ið lesur hetta, ið verður stoyttur, ella kennur seg raktan. Brúkið so høvið, at gerast betri samfelagsborgarar. Keypið smátalarar, ella tosið við telefonini móti oyranum.