Ritsavn ‘Sunnudagsbitin

  Hetta er eitt gamalt lag, eg veit ikki hvussu gamalt sjónbandalagið er, men tað er so lagt út á Youtubekanalina hjá Høgna Lisberg í hesari vikuni. Lagið er so frálíkt, og tað onkursvegna sera einfalda sjónbandalagið ger tað bara betur. Onkuntíð dettur men um okkurt á alnetinum, ið sigur yeah! Sumt er somkið gott, […]

Jimmy Fallon vertur í The Late Show, hevur gjørt hesa frálíku parodiina av Breaking Bad sendirøðini. Eg vildi mett, at hetta er akrát fyri ein deiligan sunnudag sum hendan. Ert tú totalt í villareiði, og veit ikki hvat Breaking Bad er, so er akrát fyri til nógvar sunndagar, tí tað er ein framúrskarandi sendirøð, ið […]

Skid Row var fyrst í nítiárunum eitt risastórt tónleikanavn, eftir at vinmenn teirra í Bon Jovi høvdu hjálpt teimum fram, fingu teir fleiri hitt, eitt nú “18 and Life”, “I Remember You”, “Youth Gone Wild”, “Monkey Business” og “Wasted Time”. Tíðin er ikki farin so væl við Skid Row, og bólkurin er í dag meira […]

Ronnie James Dio stóð á odda fyri heimsins besta tungmálmsbólki í trimum umførum, fyrstu ferð sum avloysarin hjá Ozzy Osbourne, tá hann bleiv koyrdur úr bólkinum síðst í sjeytiárunum. Hesi árini 1979 -1982 gav Black Sabbath tvær framúr studioútgávur út, og eina live útgávu, ið man teljast millum tær bestu yvirhøvur. Eg fari at deila […]

Hevði heilt gloymt hendan klassikaran frá Drengene fra Angora. Í hesum døgum, har frísinnið støðugt  vinnur á snævurskygninum, og vit nærkast eini tíð, har samkynd fáa somu borgarligu rættindi sum hinkynd, eisini í Føroyum. So er gott at leita aftur til hesa skandinavisku kærleiksvísuna. Onkuntíð dettur men um okkurt á alnetinum, ið sigur yeah! Sumt […]

Hetta tosar fyri seg sjálvan. Eg havi í øllum førum ongantíð uppliva nakað líknandi eftir eina MC-Hár konsert, jú, gamaní í 1997 var tað ein sum spurdi um hon kundi slikka mjólkina av mær eftir konsertina í Grasagarði, men heldur ikki tað, er í hesum klassanum. Byrji at koma til sættis við, at Justin Bieber […]

Ein eg kenni vísti mær á hendan fantastiska fitta teknifilmin frá Pixar. Nógvir moralir kunnu uttan iva lesast úr hesum, men mest av øllum er tað fitt og stuttligt. Onkuntíð dettur men um okkurt á alnetinum, ið sigur yeah! Sumt er somkið gott, at tað er vert at deila við tykkum. Hetta eru sunnudagsbitar.

Í dystinum í gjár á Craven Cottage millum Fulham og Manchester United, slóknaði ljósið knappiliga, hetta var ein skelkandi hending á einum stadion á tremur við fólki. Nú er eitt klipp lagt út á Youtube, ið vísir, at hetta ikki var av tilvild, men ein greitt tilætla hending: Onkuntíð dettur men um okkurt á alnetinum, […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives