Ritsavn ‘Renniloggurin

Eg vil ordiliga fegin í betri form, tað er ein góð kensla, at orka væl, og fyri fyrstu ferð í mínum lívið, havi eg fingið ein lítlan búk. So ætlanin í ár hevur verið at koma ordiliga í gongd við at renna. Tí proklameraði eg fyri nøkrum mánaðum síðan, at nú skuldi rennast 3 ferðir […]

Her skal vilji til at fara út í kuldan, men tað valdi eg at gera. Eitt sindur irriteraður, um at tað gongur so illa at fáa rennitúrarnar avgreiddar. So eg fór út, hugsaði ein stuttan túr, og tá eg var um at rúka á reyvina í hálkuni á veg út frá undir Kongavarða, hugsaði eg […]

Við sløktari telefon, um sporadiskum tónleiki rann eg túrin her undan Kongavarða, niðan til Skúlan á Argjahamri, so víðari til rundkoyringina og út eftir grótvegnum út á Glyvursnes, heilt út til húsið har sum 2 km markið er, um man rennur beint, men í og við, at eg rundaði skúlan, so var nokk talan um […]

Ja, nú gingu nakrir dagar uttan ein rennitúr, og enntá uttan, at eg annars havi gjørt stórvegis fysiskar venjingar, heldur ikki innandurða. Veðrið hevur verið av skræpuni til, so tað er umberingin fyri ikki at renna, umberingin innandurða, well, hvat skal man siga. 2. februar 2014 4,09 km uppá 25.13 minuttir, í minsta lagið var […]

Um okkurt tykist, sum eitt ringt hugskot, so er tað ofta eitt ringt hugskot. Sum tey flestu ivaleyst hava varðnast, so er veðrið skræpuvánaligt í Føroyum í løtuni, tí er tað ikki bestu líkindi at renna í. Eg havi líka síðan leygardagin ætla mær ein túr út at renna, men tað hevur antin ikki ligið […]

Oyje, Oyje so var man í gongd aftur, annan rennitúr í somu viku. Tá meinar man tað. Ætlanin er greið, 1/2 maraton til Tórshavn Marataon, og gjarna eina tíð, ið er nær við mínari tíð frá 2010, ið var 1:46:29.   Men málið áðrenn tað er eitt sindur minnið ambitøst, tað er at fáa 3 […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives