Ritsavn ‘Ummæli

Huldasound ummæld

In: Ummæli

7 May 2015

Eg var aftur í Brunsj og ummældi fløgu, hesaferð var tað Huldasound hjá Huldu. Hon fekk 4 av 6 stjørnum. Hetta er elektroniskur poppur og í støðum ordiliga gott, her kann man t.d. nevna útvarpshittið Every Drop, Kate og kanska eisini Stay away. Men her eru onnur løg, ið ikki eru líka væleydnaði. Sum flestu […]

Tað var ein heilt serlig uppliving, tá eg og eini 100 onnur vóru savnaði í Reinsarínum til fyrstu av trimum jólakonsertum hjá serstakliga væl spælandi bólkinum Bjøllubandin. Í kvøld vóru gestirnir Guðrið Hansdóttir, Hallur Joensen og Høgni Lisberg, men sum ein eyka kalendaragáva fingu vit eisini Jessicu, dóttir Hall við eini vakrari útgávu av “Oh […]

Mánadagin var eg aftur gestur í Brunsj fyri at ummæla fløguna “Call For a Revolution” hjá Høgna Lisberg. Hetta er 6 fløgan hjá Høgna, og alla tíðina hava vit uppliva eina búnan, og tað gera vit aftur her.   Aftur hesaferð er fløgan framleidd av Høgna og James Thomas, ið eisini framleiddu Haré Haré og […]

Myrkursins litur

In: Ummæli

15 Sep 2014

So var aftur ummæli á skránni, hóast Brunsj ikki fer at hava ummæli hvørja viku í vetrarskránni í ár, so vera tó ummæli av og á, og í dag var so tað fyrsta í hesum umfari. Nýggja fløgan hjá Ginman/Eivør var á skránni. Henda framúr góða útgáva fekk bestu skoðsmál frá mær, og endaði við […]

Savnsfløgan 12 góðir hjá Martin Joensen varð ummæld í seinasta Brunsj ummælinum áðrenn summarsteðgin. Eg gloymdi at leggja tað út tá, men fyri at fáa tað í savnið kemur tað út nú. Fløgan er eitt savn av sangum, ið ein av okkara størstu lagsmiðum hevur gjørt gjøgnum árini. Martin er í føroysku kongaligu familjuni innan […]

Leikurin “Orsaka, ið tey spæla á Tjóðpallinum í løtuni er eitt stuttligt og undirhaldandi innlit í verðina, sum vaksin í okkara samfelag, ja, tað er yvirdrivið, ja tað prikar, men tú kennur teg heilt víst onkuntíð aftur.   Hvat handlaði hann um, spurdi smílandi bartendarin í Sirkus? Ja, hvat handlaði hann um? Tað er forbiðið […]

Fløgan hjá Jákupi Eli; Nóasynd umframt ein røð av konsertum var á skránni, tá eg vitjaði Eyðfinn Jensen í Brunsj, næstseinastu ferð áðrenn sendingin fer í summarfrí. Hoyr eitt nú ummæli av Benjamin á F’Ljóð stovukonsert, av Lív Næs í Sirkus og Absent Silver King og Hamferð í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Umframt sjálvandi Nóasynd hjá […]

Í dag 18. apríl gevur danski bólkurin Littlefish, við føroyska trummaranum Fríða Øster, sína fyrstu fløgu út, á fløguni samstarvar bólkurin við m.o. Tim Christensen, ið bæði syngur, spælir við og hevur hjálpt við at leggja tónleikin til rættis. Í Brunsj mánadagin ummælti eg hesa ordiligu rokkútgávuna, ið fekk 5 av 6 stjørnum. Hoyr alt […]

Eitt heldur øðrvísið ummæli av fløguni “Óskrivað bløð”, ið er eitt savn av upptøkum, ið framleiðarin Búgvi Hanusarson hevur gjørt við nýggjum og óroyndum tónleikanøvnum. Ístaðin fyri at ummæla fløguna og geva henni stjørnir verður hugt at styrkjunum hjá hesum ungu, og vit royna at geva teimum góð ráð á vegnum. Eisini gera vit nakrar […]

Herfyri slapp eg at ummæla nýggjastu fløguna hjá Halli Joensen “With Stars & Legends”. Hetta er ein útgáva, har Hallur syngur saman við ymiskum kendum og góðum sangarum úr fyrst og fremst USA. Hetta er ein serstakliga góð útgáva við sterkum løgum og væl framleidd, spæld og sungin, Jákup Zachariassen stendur fyri lagaskrivingini á fleiri […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives