Ritsavn ‘Ummæli

Herfyri ummældi eg nýggju stuttfløguna hjá Guðrið Hansdóttir, “Taking Ship”, ið er gjørd til týska marknaðin. Hetta er ein deilig poppfløga, ið vísir nógvar ymiskar síður av Guðrið.   Fløgan vendur sær fyrst og fremst til týska marknaðin, har Guðrið ger um seg. Guðrið er vorðin ein búgvin songkvinna og eisini ein búgvin sangskrivari, hon […]

Herfyri ummældi eg hálvfløguna “Once” hjá Dánjal í Brunsj, ein framúr góð útgáva, ið er fyrra helvt av eini heilfløgu, ið kemur út á G! seinni í ár.   Tónleikurin er poppur, men hevur eisni annað í sær. Løgini eru sera sterk melodiskt  og fleiri hava absolutt hittpotentiali.   Tróndur Bogason er við í framleiðsluni, […]

Næstan ordiliga gott

In: Ummæli

31 Mar 2014

Rávørðan er super, men avviklingin kundi verið betur, var niðurstøðan, tá eg herfyri vitjaði í Brunsj og ummældið fløguna Brongl hjá systkjunum Eyð Berghamar Jacobsen og Kára Jacobsen. Fløgan har tey syngja tónleik, ið Kári hevur skrivað til yrkingar hjá pápa teirra Steinbjørn B. Jacobsen hevur heilt víst fleiri jaligar síður enn neiligar, men vánaligt […]

Herfyri ummældi eg fløguna “Sanganna veingir” við M.C. Restorff. Fløgan fekk fýra stjørnir, tí talan var um eina sera væl produseraða, væl sungna og væld spælda fløgu, ið tó manglar greið hitt.   Eg gloymdi at leggja hetta út á Nudlar tá, men nú er tað so her. M.C. saman við einum stórum liði av […]

Eg var í gjár í Brunsj, har eg ummældi fløguna  “Tá ið onki myrkir fyri” hjá Lív í Baianstovu. Útgávan fær eina av seks stjórnum frá mær, ið er lægsta skoðsmál eg higartil havi givið. Tað er fyri tekstirnar, at tann eina stjørnan kemur í hús. Umframt míni skoðsmál, so vóru flestu sangirnir á fløguni […]

Føroyska EP’in hjá Høgna Lisberg er ikki so popput og ikki líka fangandi, sum tvær tær undanfarnu fløgunar. Hesaferð hevur Høgni sjálvur framleitt fløguna, men hevur latið sín fasta framleiðara ljóðblanda og mastra hana. Á fløguni spæla Knút Háberg Eysturstein og Jan Rúni Poulsen við, teir eru í løtuni eisini bólkurin, ið Høgni brúkar á […]

Hartrokkandi Fate

In: Ummæli

27 Jan 2014

Í Brunsj í dag ummældi eg danska tungmálmsbólkin Fate, við føroyska Dagfinn Joensen á odda. Hetta er hard/rokk, tungmálmur, men eg haldi eisini, at tað til tíðir lenar seg móti progressivum tungmálmi. Men tað er nokk ikki so undarligt, tí progressivur tungmálmur er ein genra, ið um nøkur hevur klárur referensur aftur til 1980’ini. Fate […]

Miðalhampa Blátt

In: Ummæli

6 Jan 2014

Blátt hava givið út eina dupult útgávu. Endurútgávuna av “Til allar vinir” og nýggju fløguna “Fjakkarin við heimsins enda”. Í Brunsj í dag ummældi eg fløgurnar og gav teimum 3 av seks stjørnum. Hoyr ummælið her

Beint eftir jól tóku eg, Uni L. Hansen og Elin og Brimheim Heinesen samanum fløguárið 2013 í einari heilt serligari Brunsj sending. Topp 5 listin í ár bleiv hesin:               Hoyr alla sendingina her

Allan Tausen yvirraskaði meg jaliga við síni fyrstu soloútgávu “Unknown”, ein útgáva, ið er bygdaslig uppá tann feita mátan.   Allan hevur verið tónleikari í nógvum samanhangum, m.a. sum trummari í Marigold, gittarleikari hjá Høgna Lisberg og sum bassleikari hjá Marius, men nú stendur hann á egnum beinum, og tað ger hann sera væl.   […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives